Norska sjógætisfyritøkan Salmonpoint í Bjørnafjørðinum hevur boðað frá trotabúgvi, hóast felagið hevði ein umsetning í 2024 á umleið 175 milliónir krónur í okkara peningi.
Hetta skrivar Bergensavisen, og tað er Kyst.no, sum endurgevur.
Salmonpoint hevur fingist við sølu av norskum laksi, sílum, toski og upsa til heilsølur, ídnað og sermarknaðir í Noregi og uttanlands.
Hóast stóran umsetning í 2024, endaði felagið við einum halli í fjør á umleið 5,5 milliónir krónur í okkara peningi.
Við endan av 2025 hevði Salmonpoint eina negativa eginogn á stívliga fýra milliónir krónur.
Nevndin í felagnum boðaði tá frá tiltøkum fyri at betra um raksturin, eitt nú við nýggjum kapitali, skerjingum av útreiðslum og nýggjum avtalum, sum skuldu økja um inntøkurnar.
Nú hevur felagið latið búgvið til trotabúarviðgerð.
Salmonpoint hevur sagt, at samlaða nettoskuldin er á umleið 9,5 milliónir krónur í okkara peningi, samstundis sum virðini eru uppgivin til null-krónur.
Advokaturin, Bjarte Aarlie, er tilnevndur sum bústjóri. Hann upplýsir fyri Bergensavisen, at enn er ov tíðliga at úttala seg um húsagangin.
Nevndarformaðurin í Salmonpoint, Ove Grøhn, hevur ikki svarað fyrispurningunum hjá Bergensavisen, sum Kyst.no endurgevur.