info
Ongi úrslit

Sandur fær stórt kampingpláss og spælipláss

- Vit fáa eina stóra terassu, sølutorg, stórt kampingpláss og alment spælipláss, sigur borgarstjórin, Heri Sverrason.

Vilmund Jacobsen
5. mai 2022 kl. 08:35

Tað hendir nógv í Sands kommunu, sum partvís og heilt vendir sær til ferðavinnuna.

Í staðin fyri at hava eitt avmarkað kampingøki úti við Munkin norðan fyri havnalagið við plássi fyri trimum vognum, fær kommunan nú pláss fyri 25 til 30 kampingvognum.

- Vit eiga lendið norðan fyri verandi kampingpláss, sum eisini er við í bygdaplaninum. Hetta er eitt øki, sum liggur um 900 fermetrar.
Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at allir vognarnir hava atgongd til el, vatn og tøming.

- Húsið við Munkin, sum bæði hevur wc, brúsu og vaskimaskinu og sum eisini er undirhús, stendur tókt til kamping og til tað maritima við havnalagið.
Sands kommuna hevur tikið av einum tilboði frá Finnleifi Fagradal um grevstur og planering av økinum, og miðjað verður eftir, at víðkaða kampingøkið stendur liðugt í summar.

- Vit vænta, at nýggja økið fer at kosta einar 200.000 krónur, sigur Heri Sverrason.

Niðri við egningaskúrarnar á havnalagnum hevur kommunan júst latið byggja nakrar nýggjar skúrar, sum verða leigaðir út til borgarar í kommununi. 

Á dekkinum oman á skúrunum verður ein stór terassa við borðum og benkrum, og niðri á økinum er ætlanin at gera eitt sølutorg, har fólk kunnu selja grøði, kjøtvørur, fisk, fugl og ymisk annað hugsandi. 

Av øðrum íløgum, sum Sands kommuna eisini hevur samtykt at gera, er eitt alment spælipláss, sum skal byggjast norðan fyri kommunuskrivstovuna.
- Her er ein sparkivøllur, sum ikki verður meira, tí góður sparkivøllur er í ovara parti av skúlagarðinum. Vit hava samtykt at brúka 500.000 krónur til spæliplássið í ár og helst tað sama næsta ár. 

Heri Sverrason sigur, at kommunan hevur fingið tvey tilboð upp á grevstur og planering, og tá støða er tikin til tilboðini, er ætlanin at fara í gongd.   

- So, fáa vit at síggja, um spæliplássið verður bygt í tveimum ella trimum stigum, leggur hann aftrat.

Umframt at alment spælipláss verður bygt á Sandi, verður eisini nýtt alment wc bygt í suðurendanum á kommunubygninginum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Nuuk: Bæði funnin deyð

10 tímar síðan

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seglbátur á veg úr Havn misti mastrina við Hetland

17 minuttir síðan
Tíðindi

Magdalena Andersson gevst við royndini at skipa stjórn

56 minuttir síðan
Tíðindi

Kann seyðahald gera okkum meira sjálvbjargin?

1 tími síðan
Tíðindi

Skattur og orku­trygd á skránni í Løg­tingi­num í dag

2 tímar síðan
Fótbóltur

Royndur dómari til dystin millum Moldova og Føroyar

3 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: greiðir sigrar til B36 og 07 Vestur

9 tímar síðan
Tíðindi

Nuuk: Bæði funnin deyð

10 tímar síðan
Tíðindi

Aleksandar Vučić leggur frá sær

11 tímar síðan
Tíðindi

Týdn­ing­ar­mikl­ir før­leik­ar í før­oyska sam­felagnum

11 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Átta dystir vóru leiktir í dag

11 tímar síðan
Tíðindi

Málmansbrølari kostaði Noregi móti Portugal

11 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Ein stór løta at fáa debut á landsliðnum

12 tímar síðan