info
Ongi úrslit

Semja við Kina um at virka fyri betri markn­að­ar­atgongd

Í gjár undirritaðu Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Ling Ji, varahandilsmálaráðharri, semjuskjal í Beijing.

Eirikur Lindenskov
22. oktober 2026 kl. 08:40

Semjuskjalið er eitt týdningarmikið stig í eini longri tilgongd at menna handilssamstarvið millum Føroyar og Kina og leggur lunnar undir víðari arbeiðið at virka fyri einum fríhandilssáttmála. 

Semjuskjalið byggir á eitt áralangt arbeiði at menna handilslviðurskiftini landanna millum. Eitt týðandi stig varð tikið í fjør, tá heilsufrøðiligu protokollirnar um vilt veiddan fisk og fiskalýsi og -mjøl vórðu undirritaðar. Við nýggja semjuskjalinum verður hildið fram við hesum arbeiði, og partarnir eru samdir um at fara undir eina tilgongd, sum hevur til endamáls at fáa í lag fríhandil.

– Føroyska vinnan skal hava góðar fortreytir at virka á altjóða marknaðum. Tí er umráðandi, at vit støðugt kanna nýggjar møguleikar og arbeiða fyri betri marknaðaratgongd. Við semjuskjalinum styrkja vit grundarlagið undir handilssamstarvinum við Kina, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.

Áðrenn undirritanina hevði landsstýrismaðurin fund við Ling Ji, varahandilsmálaráðharra. Harumframt hevur landsstýrismaðurin havt fund við Cai Wei, varauttanríkisráðharra. Á báðum fundunum fegnaðust partarnir um semjuskjalið og umrøddu týdningin av hesum fyri samstarvið.

Mest lisið hesa vikuna

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

Í gjár kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

17 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

0 minuttir síðan
Tíðindi

Tað verður illveður um vikuskiftið

12 minuttir síðan
Tíðindi

Vágs kommuna ger stuttfilmar: Lívið í Vági

1 tími síðan
Tíðindi

Bilur fór av vegnum við Sandvíkarhjalla

1 tími síðan
Tíðindi

Stórur eldur á Gomlurætt í nátt

1 tími síðan
Fótbóltur

U15-landsliðið vann ein og tapti tveir dystir

3 tímar síðan
Tíðindi

Vitaly Klitsjko: - Spreingingar eru í Kyiv

8 tímar síðan
Tíðindi

Champions League: Tað endaði javnt millum Bayern München og Arsenal

9 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á Akureyri

11 tímar síðan
Lesarabrøv

Sirið Stenberg er stúrin

11 tímar síðan
Tíðindi

Fiskimenn skulu fáa stuð­ul fyrr tá skip­ið er til um­væl­ingar

11 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var sera effektivur fyri Mors-Thy í kvøld

12 tímar síðan