info
Ongi úrslit

Elinborg tekur Í Ævir heilt aftur til upprunan

Elinborg spælir í Listastovuna leygarkvøldið 21. november við eini inniligari og akustiskari útgávu av fyrstu heildarútgávu síni, Í Ævir – saman við Biritu Dam, Kristinu á Váli og Ólavi Gaard.

Dagfinn Olsen
19. november 2026 kl. 19:40

Fá føroysk tónlistafólk hava havt eitt so hendingaríkt ár sum Elinborg Pálsdóttir. Nú kemur hon í Listastovuna við eini serligari konsert, har løgini á Í Ævir verða tikin heilt aftur til upprunan. Saman við Biritu Dam, Kristinu á Váli og Ólavi Gaard hevur hon endurtulkað løgini og givið teimum nýtt lív í einum einfaldari og meira akustiskum hami við strúkarum og gittara.

Hugskotið er at koma tættari at upprunanum og spæla løgini, soleiðis sum tey ljóðaðu, tá tey vórðu skapt. Í hesum nýggja sniðinum fær tónleikurin meira rúm at anda, og samspælið millum Elinborg og tónleikararnar gevur løgunum nýggjar litir og dýpd.

Í Ævir kom út í 2025 og varð sera væl móttikin. Útgávan fekk 9 av 10 stjørnum frá báðum ummælarunum í Kvørnini hjá Kringvarpinum. Sjálv hevur Elinborg sagt, at útgávan sigur søguna um hennara lív og um tað, sum hevur myndað hana sum menniskja. Náttúran er ein stórur íblástur – serliga flótandi elementini, so sum vatn og blóð – og ofta kemur íblásturin til tekstirnar frá mammuni, sum javnan sendir henni yrkingar.

Á Faroese Music Awards 2026 gekk Elinborg á odda við fimm tilnevningum fyri Í Ævir: til ársins útgávu, ársins sang ("Blóð"), ársins tekst ("Kærleikin"), ársins myndlistarliga samleika og ársins tónaskald. Hon vann heiðurslønina sum Ársins tónaskald.

Útgávan hevur eisini ført Elinborg út í heim. Hon hevur verið á konsertferð í Evropa saman við systrini Eivør og Ásgeiri Trausta og framført á fleiri festivalum. Í november 2025 var hon føroyska umboðið á tónleikaferð í Meksiko saman við norsku Moyku og íslendska Ásgeiri Trausta, skipað av Faroe Music Export, Iceland Music og Music Norway. Og júst í hesum døgum er Elinborg at hoyra á nýggja sanginum "Animal" hjá heimskenda norska bólkinum Kalandra, har hon eisini er við í sjónbandinum, sum varð tikið upp í Noregi.

Hetta verður ein konsert, har tónleikurin, løgini og frásøgnin eru í miðdeplinum – ein innilig og nærverandi útgáva av Í Ævir, har Elinborg bjóðar áhoyrarunum heilt inn í kjarnuna av sínum tónleikaheimi.

Konsertin byrjar kl. 21.00 leygarkvøldið 21. november í Listastovuni. Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Champions League: GOG tapti fyri Magdeburg við minsta marginali

6 minuttir síðan
Lesarabrøv

Gevið okkum penganar aftur, heldur enn at brúka teir

8 minuttir síðan
Tíðindi

Knapt 550 fleiri starvsfólk í oktober

1 tími síðan
Tíðindi

Russland fer neyvan at samráðast fyrr enn veturin er av

1 tími síðan
Tíðindi

IOC letur ikki hurðina upp fyri ÍSF

2 tímar síðan
Tíðindi

Nógv spennandi á skránni í Tórsgøtu

2 tímar síðan
Tíðindi

Vestergaard vil kanna reglur um kappbjóðing við húsasølu

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tað er møguleiki fyri stórum landsdysti langafríggjadag á Tórsvølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Níggju fólk druknaðu í Noregi í oktober

3 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Norskur kalvaalari ætlar at útvega 140 milliónir krónur

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj í Berlin til stóran toppfund um Ukraina

5 tímar síðan