Tað vóru 546 fleiri fólk í starvi í oktober í ár enn sama mánað í fjør, vísa tølini hjá Hagstovu Føroya. Talið á monnum vaks við 340 og talið á kvinnum við 206. Í oktober vóru slakir 15.800 menn og góðar 14.900 kvinnur í starvi.
Av teimum 30.700 starvsfólkunum vóru 2.358 uttan bústaðartilknýti til Føroya. Tað eru 276 fleiri enn í oktober í fjør, ein vøkstur á 13,3 prosent. Bólkurin telur nú knøpp átta prosent av øllum starvsfólkum.
Bústaðartilknýti er eitt mát fyri, hvussu leingi fólk hava búð í Føroyum. Sambært Hagstovuni hevur ein persónur bústaðartilknýti, um hann hevur búð her minst helvtina av lívinum ella tilsamans sjey av tíggju samanhangandi árum.
Størsti vøksturin í framleiðsluvinnuni
Í framleiðsluvinnuni vóru 761 starvsfólk uttan bústaðartilknýti, 131 fleiri enn í oktober í fjør. Av teimum arbeiddu 569 í matvøruframleiðslu. Innan virking av botnfiski minkaði talið úr 241 í 233.
Í gistingar- og matstovuvinnuni vaks talið úr 258 í 310. Í bólkinum, sum fevnir um heilsølu, smásølu og umvæling av akførum, vaks talið úr 217 í 255.
Góð 43 prosent av starvsfólkunum uttan bústaðartilknýti høvdu ríkisborgaraskap í einum asiatiskum landi, serliga í Landsynningsasia. Fyri fimm árum síðani var parturin umleið 20 prosent.