info
Ongi úrslit

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

Fíggjarpolitiska regluverkið skal fevna um bæði land og kommunur. Fíggjarpolitiska regluverkið skal seta eitt hámark fyri, hvussu nógv almennu rakstrarútreiðslurnar kunnu veksa árliga, uttan mun til hvussu inntøkurnar veksa. Fíggjarlógaruppskotið eigur at áseta, hvussu stórt hallið í mesta lagi kann vera í einstaka árinum, men yvir 4 ella 5 ár, skal fíggjarlógin javnviga.

Eirikur Lindenskov
12. oktober 2026 kl. 13:44

Royndirnar í Føroyum vísa, at tað er torført hjá politisku skipanini at standa ímóti og ikki at økja um nýtsluna í góðum tíðum, tí nógv verður brúkt, tá ið inntøkurnar eru stórar og øvugt. Tað sæst millum annað við, at landskassin og kommunukassarnir hava stór hall í bestu tíðum.

Tískil er tað skilagott, at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum avmarkar útreiðsluvøksturin í millumlanga siktinum og tryggjar fíggjarpolitiskt haldføri í langa siktinum.

Eitt fíggjarpolitiskt regluverk skal seta eitt hámark fyri, hvussu nógv almennu rakstrarútreiðslurnar kunnu veksa árliga, uttan mun til, hvussu inntøkurnar veksa. Tað vil siga, at útreiðsluhámarkið ikki skal fylgja gongdini í inntøkunum.

Fíggjarpolitiska regluverkið eigur somuleiðis at áseta, hvussu stórt hallið í mesta lagi kann vera í einstaka árinum, men yvir 4 ella 5 ár, skal fíggjarlógin javnviga. Hall á fíggjarlógini skulu fíggjast, og ein áseting um at fíggjarlógin skal javnviga yvir 4 - 5 ár er neyðug, fyri at skuldin ikki sleppur at veksa ár eftir ár. Politisku myndugleikarnir eiga í hesum sambandi at taka støðu til, hvussu stór skuldin hjá almenna geiranum í mesta lagi kann vera. Um fíggjarpolitiska regluverkið ikki hevur nakra áseting um saldo og skuld, so er eingin binding í regluverkinum.

Eisini eigur fíggjarpolitiska regluverkið at áseta, at politisku myndugleikarnir framskriva almennu inntøkurnar og útreiðslurnar 10 og 20 ár fram, so hvørt sum politisk tiltøk verða skotin upp, so tað er gjøgnumskygt, hvussu tiltakið ávirkar inntøkurnar og útreiðslur.

Um endamálið við fíggjarpolitiska regluverkinum skal røkkast, mugu kommunalu útreiðslurnar takast við í yvirskipaðu stýringina. Ein stórur og vaksandi partur av almennu útreiðslunum er skipaður í kommunala geiranum.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

14 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

16 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Smyril kann enda á Sundi

9 minuttir síðan
Tíðindi

Oljan ein ógvuliga tungur postur fyri navigatørarnar

45 minuttir síðan
Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

1 tími síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

1 tími síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

2 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

3 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

3 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

4 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

4 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

4 tímar síðan