info
Ongi úrslit

SEV: Reisigildi í Skálafirði

Dagfinn Olsen
19. september 2026 kl. 20:32

Hátíðarløta var í Skálafirði mikudagin í sambandi við, at nýggja koblingsstøðin er reist. Veitarar og arbeiðstakarar fingu ein betri bita og takkarrøðu frá Jón Nielsen, deildarstjóra fyri Netið, skrivar SEV á sev.fo.

Jón takkaði veitarum, handverkarum og starvsfólkinum hjá Sev, sum eru knýtt at verkætlanini, fyri gott samstarv og væl úr hondum greitt arbeiði.

 “Onkrar seinkingar hava verið, men arbeiðið hevur annars gingið skjótt og væl. Hetta er ein liður í áhaldandi arbeiðnum at tryggja eitt álítandi og tíðarhóskandi elnet”, segði Jón Nielsen.

Nýggja støðin er bygd og reist við síðuna av gomlu støðini, og tá há- og lágspenningsútgerðin er flutt úr gomlu støðini inn í nýggju, verður tann gamla rivin niður, og battaríhøll bygd í staðin.

Hesir uttanhýsis veitarar hava verið við í verkætlanini:

Bygging – J&K Petersen

Hvs og ventilatión – Tangavirkið

Elarbeiði – Elfo

SNA – arkitektaarbeiði, projekteringsleiðslu og HTU-leiðslu,

PBC - projektering av hvs og ventilatión

LBF – jørð, beton og berandi konstruktiónir

Bark – byggileiðsla

SMJ – el og brandtrygd

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

Í gjár kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar eru steypavinnari 2026

6 minuttir síðan
Fótbóltur

KÍ-kvinnurnar vendu 1-2 til 3-2 finalusigur í yvirtíðini

13 minuttir síðan
Fótbóltur

KÍ skoraði tvey mál í yvirtíðini og vann steypafinaluna

19 minuttir síðan
Fótbóltur

Víkingur vann málveitsluna

39 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Elin Josefina Smith Wolffsen í Havnará

1 tími síðan
Hondbóltur

Óli var topp­skjútti í heima­sigri hjá GOG

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: Steypafinalan kvinnur

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: H71 vann stórsigur á VÍF og Kyndil knógvaði fyrsta sigurin

1 tími síðan
Tíðindi

Biskupur lýsti signing yvir nýggju kirkjuna á Argjum

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava greiðu á tunlinum undir Traðarhamri

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias og liðfelagarnir eru nú fjórðfremst

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Grimsby Town er á einum uppflytingarplássi

2 tímar síðan