David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town eru aftaná sjey teir fyrstu dystirnar framvegis ósigraðir í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two.
Í dag gjørdist talan um 2-0 heimasigur til Grimsby Town á Crawley Town.
Ein hálvur tími var leiktur tá Iwan Morgan við góðum brotssparki legði Grimsby á odda. 17 minuttir frammanundan hevði Charles Vernam brent eitt annað brotsspark, ið Grimsby fekk tillutað. Stutt undan steðginum økti Kieran Green við einum góðum stútara til 2-0 til Grimsby.
Grimsby er triðfremst í deildini við 13 stigum, og liggja teir sostatt á einum uppflytingarplássi. Trý tey ovastu liðini flyta beinleiðis upp aftaná lokna kapping. Liðini sum enda á endastøðunum millum nummar fýra og sjey spæla dystir um uppflyting. Barnet er fremst í deildini við 15 stigum.