info
Ongi úrslit

KÍ skoraði tvey mál í yvirtíðini og vann steypafinaluna

Løgmanssteypið kvinnur: Í síðstu minuttunum vóru tað royndu spælararnir, sum vendu hóttandi tapi til KÍ finalusigur ímóti HB

Jóannes Hansen
19. september 2026 kl. 21:15

Tað er lætt at skilja, at vónbrotið er ógvuliga stórt í HB leguni, og at fagnaðurin yvir søta finalusigurin í steypakappingini er sera sera stórur í KÍ leguni, hóast tær í Klaksvík so mangan hava vunnið og nú hava kós ímóti at vinna greipuna.

Í fjør vann HB finaluna ímóti KÍ, og inntil meiri enn 89 minuttir vóru farnir á Tórsvølli í kvøld sá tað út til, at HB fór at endurvinna steypið. HB var frammanfyri 2-1, men so var tað, at tær royndastu á KÍ liðnum av álvara tóku søkina í egnar hendur og vendu hóttandi tapinum til 3-2 sigur.

-Vit rokna altíð við, at tað ber til við egnum mátti og megi, og tað gjørdu vit eisini í kvøld, hóast tað ikki sá so gott út, tá ið tíðin var um at renna undan, og vit høvdu misnýtt nógvar møguleikar. Men so eydnaðist tað at koppa tí á høvdið, og vit eru ovurfegnar, sigur KÍ liðformaðurin Sanna Svarvadal.

Tá ið tað restaðu 12 minuttir, varð 16 ára gamla Aleksandra Zachariassen skift inn á KÍ liðið. Í 91. minutti varð hon spæld leys í høgru, og tá ið hon legði bóltin innfyri var landsliðsspælarin og aftasti skansi í verjuni Birita Ryan har og setti bóltin í HB málið.

So varð lagt upp til longda leiktíð, men soleiðis endaði tað ikki. Í 96. minutti var tað landsliðsspælarin Durita Hummeland, sum sendi bóltin í netið og so var 3-2 til KÍ, og lítla løtu seinni bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.

Birita Mohr átti uppleggið til sigursmálið. Tað var hon, sum í 21. minutti javnaði til 1-1. Frálíka uppleggið í vinstru átti landsliðsspælarin Sólja Ernstsdóttir, sum sneiddi framvið fleiri, áðrenn hon legði bóltin dygst undir málið. Í gjøgnumbrotini fór hon sendandi av vøllinum, og tað vísti seg, at talan var um knæskaða, sum var so álvarsligur, at hon løtu seinni noyddist av vøllinum. Tað var smeitur fyri KÍ, sum fyri tað mesta rann aftaná og stríddist, áðrenn tað í evstu løtu eydnaðist at vinna steypakappingina fyri 17. ferð og fyri fyrstu ferð síðani 2022.

HB legði seg á odda í sjeynda minutti. Málskjútti var Lea Lisberg, og uppleggið úr vinstru stóð Brá Zakariasardóttir fyri. Og miðskeiðis í seinna hálvleiki legði HB seg aftur á odda, tá ið Julian Naomi Mortensen var púra trygg, tá ið hon sendi brotsspark í málið og so var 2-1.

So vóru tað stórir møguleikar í báðum endum, og ein tann størsta og kanska tann størsta av øllum átti HB, tá ið Silja Ragnarsdóttir Trier úr góðari støðu sendi bóltin framvið Óluvu Allansdóttir í KÍ málinum. Bólturin brast í tvørtræið, og returbólturin varð sendur dygst við síðuna av opna málinum.

KÍ er favorittur at endurvinna FM, og um tað eydnast, so verður talan um 17. greipuna.  

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

Í gjár kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Leiting eftir fýra fólkum: Báturin funnin tómur

0 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Hannover Burgdorf er fjórðfremst í Bundesliguni

31 minuttir síðan
Tíðindi

Lis heldur fram í Norðstreymi

40 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar eru steypavinnari 2026

58 minuttir síðan
Fótbóltur

KÍ-kvinnurnar vendu 1-2 til 3-2 finalusigur í yvirtíðini

1 tími síðan
Fótbóltur

Víkingur vann málveitsluna

1 tími síðan
Tíðindi

SEV: Reisigildi í Skálafirði

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Elin Josefina Smith Wolffsen í Havnará

1 tími síðan
Hondbóltur

Óli var topp­skjútti í heima­sigri hjá GOG

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Steypafinalan kvinnur

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: H71 vann stórsigur á VÍF og Kyndil knógvaði fyrsta sigurin

2 tímar síðan
Tíðindi

Biskupur lýsti signing yvir nýggju kirkjuna á Argjum

2 tímar síðan