Góða gongdin hjá uppflytarunum, Västerås í bestu svensku fótbóltsdeildini heldur fram.
Í dag fekk Mattias Hellisdal seinasta hálva tíman á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Västerås vunnu 2-0 á Malmö FF.
Taonsa Axel syrgdi fyri báðum málunum, tá hann úr stuttari fjarstøðu hamraði bóltin í netið.
Teir hjá Västerås vóru ikki óhepnir, tí Malmö FF brendi nakrar stórar málmøguleikar.
Västerås er nummar fýra í deildini við 35 stigum fyri 22 dystir. Fimm stig eru upp til Hammarby, ið er á fjórða plássinum, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi kappingarár.