Heimasigurin í undirhaldandi og málríku uppgerðini ber við sær, at Víkingur undan trimum teimum síðstu umførunum er næstfremst við 54 stigum. FC Suðuroy er á triðja plássi við 50 stigum.
Hálvleiksstøðan var 1-1. Fríði Gertsson Jarnskor átti uppleggið, tá ið Jákup Martin Gertsson eftir 12 minuttir legði heimaliðið framum 1-0, og tað var miðverjin Valerian Iobashvili, sum eftir upplegg frá Dánjal Godtfred javnaði til 1-1. Tá var ein stórur hálvur tími farin.
Fyrstu 10 minuttirnar eftir steðgin legði Víkingur seg framum bæði 2-1 og 3-1. Málskjúttar vóru Markus Højgaard eftir upplegg frá Kristian Jacobsen og Magnus Jarnskor eftir upplegg frá Markusi Højgaard.
Tá ið ein stórur tími var farin, minkaði FC Suðuroy um munin. Eftir fínt innlegg úr høgru var tað Mattias Dahl Djurhuus, sum við høvdinum spældi Salmund Bech leysan og so var 3-2.
So løgdu gestirnir nógv fyri í royndini at javna, men tað var Víkingur, sum skoraði til 4-2. Málskjútti var Fríði Gertsson Jarnskor, og uppleggið átti Fróði Juul Jarnskor. Lítla løtu seinni svaraði FC Suðuroy aftur, tá ið Valerian Iobashvili varð tvífaldur málskjútti. John Villi Wøldike Leo legði við horna innfyri úr høgru, og bólturin varð stútaður í netið.
Síðstu løtuna vóru støður og møguleikar í báðum endum, men tað vórðu ikki skorað fleiri mál, og nú er Víkingur av álvara á silvurkós, og møguleikin er framvegis at vinna deildina. B71 er fimm stig frammanfyri Víking, sum næst ferð verður á útivølli ímóti FC Hoyvík. FC Suðuroy fær næstu ferð vitjan av næstbesta liðnum hjá HB.