Kristian Krog Hentze hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein § 52a-fyrispurning um tunnilin undir Traðarhamri og farleiðina til eystanbygdirnar í Sandoynni.
Royndarboringarnar á Traðarhamri eru nú lidnar. Endamálið við teimum er at fáa neyvari vitan um jarðfrøðina og lendisviðurskiftini undir Traðarhamri, so úrslitini kunnu nýtast í eini møguligari endaligari projektering av tunlinum.
Kristian Krog Hentze vil tí hava landsstýrismannin at greiða frá, hvat royndarboringarnar vísa um jarðfrøðina og møguleikan at gera tunnilin. Hann spyr eisini, nær endaliga frágreiðingin frá boringunum verður liðug og løgd alment fram.
Ein týðandi spurningur er eisini, um ætlanin er, at tunnilin undir Traðarhamri verður projekteraður og boðin út sum partur av samlaðu verkætlanini um Suðuroyartunnilin.
Í løgtingslógini um fyrireiking av Suðuroyartunlinum verður nevniliga eisini víst á ein »møguligan tunnil undir Traðarhamri«.
Hvussu langur verður tunnilin?
Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita, hvussu langur tunnilin eftir ætlan verður, hvar tunnilsmunnarnir skulu vera, og hvussu tunnilin verður bundin í verandi landsveg í Traðardali og vegirnar til Skálavíkar og Skarvanesar.
Hann spyr eisini, um tunnilin undir Traðarhamri skal gerast liðugur, áðrenn farið verður undir sjálva boringina av Suðuroyartunlinum úr Djúpadali.
Kristian Krog Hentze vísir á, at Sands kommuna undir nevndarviðgerðini av málinum um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunlinum mælti til, at tunnilin undir Traðarhamri eisini verður gjørdur.
Kommunan metti, at hetta hevði verið ein góð loysn fyri eystanbygdirnar og samstundis bøtt um umstøðurnar hjá tungari ferðslu gjøgnum Sandsfløttin.
Sambært Kristian Krog Hentze er tunnilin undir Traðarhamri ein loysn, sum samstundis kann gagna farleiðini til eystanbygdirnar og vera ein partur av eini politiskari dagskrá, sum longu er í gongd.
At enda vil hann hava at vita, hvør fyribils kostnaðarmetingin er fyri tunnilin og tilhoyrandi vegagerð, og nær landsstýrismaðurin væntar, at verkætlanin kann verða boðin út og arbeiðið byrja.