Tveir dystir eru leiktir í SMS-deildini.
Í høllini í Vestmanna vann H71 triðja sigurin á rað. Tær vunnu stórsigur 35-22 á VÍF. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 14-10.
Sára Sundstein Lagos og Amilia Agnarsdóttir vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá VÍF. Við níggju málum var Anna Elisabeth H. Weyhe toppskjútti hjá H71.
Í høllini á Skála fingu verandi greipuvinnararnir, Kyndil loksins fyrsta sigurin til høldar.
Kyndil vann 23-19 á StÍF. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 15-10.
Rebekka Justinussen var við átta málum toppskjútti hjá StÍF. Við sjey málum var Asta Sofía F. Hansen toppskjútti hjá Kyndli.
H71 er fremst í deildini við seks stigum. VÍF, Stjørnan og Neistin hava fýra stig hvør. Kyndil og EB hava tvey stig hvør. StÍF er aftast við ongum stigi.