Á Stadio Comunale di Chiavari tapti liðið hjá Andriasi Edmundssyni, Hellas Verona ígjár 1-2 fyri Virtus Entella í Seriu B.
Amin Sarr legði Verona á odda í 18. minutti við einum væl plasseraðum skoti, men 15 minuttir seinni javnaði heimaliðið til 1-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Entella sigursmálið.