info
Ongi úrslit

Sjey deyð í tyrluvanlukku í Kenya

Fimm amerikanarar vóru millum tey sjey, sum lótu lív, tá ein tyrluflúgving við ferðafólkum endaði í vanlukku har norðuri í Kenya.

Eirikur Lindenskov
19. august 2026 kl. 21:30

Sjey fólk eru deyð, eftir at ein tyrla við ferðafólkum datt niður í Samburu-økinum har norðuri í Kenya í morgun.

Sambært kenyanska loftferðslueftirlitinum vóru seks ferðafólk og ein flogskipari umborð. Eingin teirra kom frá vanlukkuni á lívi.

Tyrlan fór úr Loisaba Conservancy og skuldi flúgva til Ewaso Nyiro-økið í Samburu. Hon datt niður klokkan 9.13 lokala tíð í einum fjarskotnum og torførum fjallalendi nærindis Mount Ololokwe.

Fimm av teimum deyðu vóru amerikanskir ríkisborgarar, upplýsir amerikanska uttanríkisráðið. Samleikarnir hjá øllum teimum deyðu eru ikki almannakunngjørdir.

Kenyanski Reyði Krossur og aðrir bjargingarmyndugleikar vórðu sendir á staðið. Bjargingararbeiðið var torført, tí vanlukkustaðið liggur í ósløttum og fjarskotnum lendi.

Tyrlan var av slagnum Eurocopter EC130 B4 og varð nýtt til eina leiguflúgving við ferðafólkum. Myndugleikarnir eru farnir undir at kanna, hví hon datt niður.

Tyrlan var ogn hjá kenyanska felagnum Lady Lori Helicopters, meðan ferðafólkini vóru gestir hjá ferðavinnufelagnum &Beyond, skrivar AP.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

6 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

17 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hjólini eru farin út av vegkantinum

7 minuttir síðan
Tíðindi

33 skúlanæmingar deyðir í Pakistan

44 minuttir síðan
Tíðindi

Fara at savna føroyskar røður

55 minuttir síðan
Tíðindi

772 milliónir fleiri útgoldnar í lønum

1 tími síðan
Tíðindi

Ríkisdagurin vrakaði Magdalenu Andersson

1 tími síðan
Tíðindi

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

1 tími síðan
Tíðindi

Vestmenningar og hvalbingar keypt Biritu

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tilnevning av Jenis av Rana til Nobelvirðisløn

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Frá einari toppstýring til eina aðra toppstýring?

2 tímar síðan
Tíðindi

Ymisk viður­skifti gera at færri ung­tosk­ar yvir­liva

2 tímar síðan
Tíðindi

Oslo: Prísvøksturin á íbúðum er steðgaður

3 tímar síðan
Tíðindi

Virðislønir verða handaðar í Messuni í Sørvági

3 tímar síðan