info
Ongi úrslit

Sjey filmar kappaðust um Geytan

info
Eirikur Lindenskov
11. desember 2016 kl. 23:01
Í kvøld vórðu sjey nýggir føroyskir stuttfilmar vístir í Norðurlandahúsinum, og eftir sýningarnar varð avdúkað, at filmurin »Et Knæk« hjá Andrias Høgenni bæði vann áskoðaravirðislønina og geytavirðislønina.   Andrias Høgenni vann harvið eisini tær 25.000 krónurnar frá Tryggingarsambandinum Føroyar sum geytavinnari og tær 15.000 krónurnar frá Tórshavnar kommunu fyri áskoðaravirðislønina.   Les eisini: Geytin 2016: Andrias Høgenni fór við øllum

Vinnarin fær eisini geytastandmyndina, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið.   Teir sjey føroysku stuttfilmarnir, sum kappaðust um um Geytan og Áskoðaravirðislønina, vóru hesir:  

Filmur:

Leikstjóri:

Óttafet

Nóllywood

Nattens Stjerner

Atli Brix Kamban

Frávik

Maria G. Tórgarð

Bittersweet

Rói Davidsen

Marra

Hans Kristian Eyðunsson Hansen og Torfinnur Jákupsson

Ramblers

Hanus Johannessen

Et knæk

Andrias Høgenni

   Hetta er fimtu ferð, at skipað verður fyri Geytahandan til føroyskar filmar.   Filmarnir, ið hava vunnið Geytan higartil, eru:   2012 Summarnátt (Sakaris Stórá) 2013 Terminal (Dávur Djurhuus) 2014 Skuld (Heiðrikur á Heygum) 2015 Stina Karina (Andrias Høgenni) 2015 Et knæk (Andrias Høgenni)   Filmarnir, ið hava vunnið Áskoðaravirðislønina higartil eru:   2012 Mist (Annika á Lofti) 2013 Munch (Jónfinn Stenberg) 2014 Skuld (Heiðrikur á Heygum) 2015 Tunnan (Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge) 2015 Et knæk (Andrias Høgenni)  

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seks stig til B68 - trý stig til 07 Vestur

2 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

4 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann týðandi sigur í botnstríðnum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fimta dystin á rað fekk SV Ried úrtøku

6 tímar síðan
Tíðindi

Næstan alt úr aldum toski hjá Norcod fer til mannaføði

6 tímar síðan
Tíðindi

Trump kallar Noreg eitt »lortaland«

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hellas Verona misti sigurin móti dystarenda

6 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli hevur enn ikki roynt at tapt hetta kappingarárið

7 tímar síðan
Hondbóltur

Óli vann á Paula og Jákupi - Jóhan vann á Teis

7 tímar síðan
Tíðindi

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

8 tímar síðan
Tíðindi

MYNDIR: Birting í Gallarí Havnará

8 tímar síðan
Lesarabrøv

Løgtingið hevur gloymt arbeiðsfólkið – nú er tíð at fáa tað aftur á ting!

8 tímar síðan