Seinnapartin spældu landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í CSM Bukarest dyst á heimavølli í bestu rumensku hondbóltsdeildini.
Í Polyvalent høllini í Bukarest vann CSM Bukarest stórsigur 42-26 á CSM Târgu Mureș. Í steðginum var heimaliðið á odda 22-13.
Pernille skoraði seks mál upp á níggju málroyndir, og hon var saman við Anne-Mette Hansen og Mariu Alexandru Voicu toppskjútti hjá CSM Bukarest. Pernille vann eisini liðnum eitt brotskast.
CSM Bukarest hevur fullan pott, átta stig fyri fýra dystir.
Leygardagin klokkan 15 spælir CSM Bukarest dyst á útivølli í bólki A í Champions League, tá týska liðið, Dortmund verður mótstøðuliðið.