info
Ongi úrslit

Skúlaleikir tryggjaðir til og við 2027

Betri hevur síðani byrjan verið høvuðsstuðul hjá Skúlaleikum, og nú er stuðulin longur við trimum árum

Eirikur Lindenskov
27. mai 2024 kl. 07:03

Tíðindaskriv:
Harumframt hevur ÍSF fingið stuðul frá Nordeagrunninum, sum eisini sær stóra virðið í Skúlaleikum. Sostatt eru leikirnir tryggjaðir fleiri ár fram.

Teir eru ein sólskinssøga. Skúlaleikir, sum seinastu trý árini hava savnað skúlar og flokkar kring landið. 
- Skúlaleikir geva so nógv. Vit fáa rørslu inn í miðdeildina í skúlanum, vit eggja ítróttalærarum til, samstundis sum tað eisini er sosialt, stuttligt – og eitt sindur av kapping. Hevur tú verið til eina slíka stevnu, ivast tú ikki longur í, hvat rørslugleði er, sigur Elin H. Joensen forseti í ÍSF, sum er stigtakari til Skúlaleikir.

Myndin er ikki tøk

Skúlaleikir trý ár fram

Undirtøkan fyri Skúlaleikum er óalmindiliga góð. Nærum 2000 næmingar vóru við í ár. Tað eru umleið 90% av næmingunum í 4., 5. og 6. flokkunum í Føroyum.

Afturmeldingarnar eru góðar. 74% av ítróttalærararnir siga, at tey við Skúlaleikum hava upplivað eina økta motivatión millum næmingarnar. Og omanfyri 90% av lærarunum siga seg vilja vera við aftur komandi ár. 

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Eisini næmingarnir taka sera væl ímóti Skúlaleikum. Tað merkist á góða lagnum, tá ið stevnurnar eru, at ítróttagleði og samanhald eru í miðdeplinum. 

Eisini ítróttagreinarnar, sum eru við og leggja lag á leikirnar, lata væl at. Og fleiri ítróttagreinar ynskja at vera við frameftir. 

- Betri hevur síðani byrjan verið høvuðsstuðul, og vit eru so sera fegin um, at Betri hevur játtað at stuðla at stuða komandi trý árini afturat. Við Betri og Nordeagrunninnum eru Skúlaleikir tryggjaðir fleiri ár fram, sigur Katrin Dam á Neystabø, sum samskipar leikirnar. 

Hetta kemur væl við, tí hjá ÍSF arbeiða tey við at menna leikirnar. Ætlanin er m.a. eisini at skipa ein stóran rørsludag fyri hádeildir, har allir næmingar frá sama árgangi hittast, og har enn fleiri ítróttagreinar eru við.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

- Men einki hevði borið til uttan góðar stuðlar og samstarvspartnarar. Nú verða tað Betri og Nordeagrunnurin, sum bera leikirnar fíggjarliga, og vit í ÍSF vóna at halda fram við góða samstarvinum við Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið, Fólkaheilsustýrið og Setrið. Vit eru longu byrja at gleða okkum til minst tríggjar Skúlaleikir frameftir, staðfestir Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.

Nordeagrunnurin hevur valt at stuðla Skúlaleikum við íalt 2,3 milliónum næstu trý árini. Nordeagrunnurin stuðlar m.a. verkætlanum og virksemi, sum styrkja lokala trivnaðin í Føroyum. Betri er framvegis høvuðsstuðul.

Skúlaleikir snúgva seg um at kveikja til rørslu í felagskapi. Les meira um Skúlaleikir á www.skulaleikir.fo. Tilmeldingin til komandi skúlaár letur upp tann 1. juni 2024.

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi

3 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini

3 tímar síðan
Tíðindi

ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina

4 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð

4 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

5 tímar síðan
Tíðindi

Átta leiðar­ar í Norð­ur­lond­um: Bjóða tøkni­risunum av

5 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik

6 tímar síðan
Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

7 tímar síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

7 tímar síðan