info
Ongi úrslit

Sleppa undan heilsu­trygdar­gjaldi – men hvør rind­ar rokningina?

Hava fólk, sum búgva í Føroyum, men rinda til norsku fólkatrygdina, somu rættindi hjá Heilsutrygd sum onnur? Og kann Heilsutrygd krevja endurgjald frá Noregi fyri tænasturnar?

Eirikur Lindenskov
20. oktober 2026 kl. 21:30

Tað vil Ruth Vang hava landsstýriskvinnuna í heilsumálum at svara.

Ruth Vang, løgtingskvinna, hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um rættindini hjá fólki, sum búgva í Føroyum, men arbeiða í Noregi og rinda til norsku fólkatrygdina NAV.

Sambært norðurlendska sáttmálanum kunnu hesi fólk sleppa undan at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum, tí tey longu rinda til eina tryggingarskipan í arbeiðslandinum.

Men Ruth Vang vil hava greiðu á, um tey kortini hava somu rættindi til veitingar frá Heilsutrygd sum fólk, ið rinda føroyskt heilsutrygdargjald.

Hon spyr millum annað, um tey hava rætt til ókeypis læknaviðtalu og stuðul til heilivág, tannlækna, fysioterapi, kiropraktor og aðrar heilsutænastur.

Kann Heilsutrygd krevja pengar frá Noregi?

Ein annar spurningur snýr seg um, hvør í síðsta enda skal gjalda fyri tænasturnar.

Ruth Vang vil vita, um norska NAV endurrindar Heilsutrygd útreiðslurnar til heilsuveitingar hjá fólki, sum eru tryggjað í Noregi.

Hon spyr eisini, um norðurlendski sáttmálin gevur Heilsutrygd rætt til at krevja slíkt endurgjald.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir hon á, at um NAV ikki longu endurrindar útreiðslurnar, kann spurningurin vera, um Heilsutrygd hevur ein endurgjaldsrætt, sum ikki verður nýttur.

Ógreiða um skipanina

Ruth Vang vísir á, at spurningurin er sprottin úr tingviðgerðini av viðurskiftunum hjá fólki, sum rinda til NAV í Noregi og tí sleppa undan at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum.

Undir viðgerðini komu fleiri ymisk sjónarmið fram millum tingfólk um, hvussu skipanin virkar, og hvussu hon eigur at virka.

Tí vil hon nú hava landsstýriskvinnuna at greiða frá bæði rættindunum hjá hesum borgarum og fíggjarligu viðurskiftunum millum Heilsutrygd og norsku fólkatrygdina.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

Í gjár kl. 12:55

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Stjarnan tapti á Akureyri

1 tími síðan
Lesarabrøv

Sirið Stenberg er stúrin

1 tími síðan
Tíðindi

Fiskimenn skulu fáa stuð­ul fyrr tá skip­ið er til um­væl­ingar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var sera effektivur fyri Mors-Thy í kvøld

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj ferjuruta kann koma mill­um Seyðis­fjørð og Aber­deen

3 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan taptu

3 tímar síðan
Tíðindi

Tvær grýl­ur ganga ígjøgn­um Eur­opa: komm­unism­an og fascisman

4 tímar síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, barna­ans­ing og kvinnu­heilsa á tingi í morgin

5 tímar síðan
Tíðindi

Mótrokningin í fólkapensjónini broytt – hjá hvørjum?

5 tímar síðan
Tíðindi

Fólkaflokkurin nærkast 30 prosentum

6 tímar síðan
Tíðindi

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

7 tímar síðan
Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

7 tímar síðan