info
Ongi úrslit

Spæliplássið í miðbýnum og Løðhamar verða uppraðfest í 2024

Góða gamla spæliplássið í miðbýnum í Vági treingir harðliga til uppfrískan, sigur Levi R. Mørk, formaður í mentamálanevndini hjá Vágs Kommunu.

Eirikur Lindenskov
8. desember 2023 kl. 09:44

Í áravís hevur gamla spæliplássið í mibýðnum í Vági verið frammi - reint politiskt, og fleiri góð huskot eru komin millum ár og dag. 
Soleiðis at mentarnarvirksemi og trivnaðurin í miðbýnum í Vági skal koma øllum til rætt. 
Øll hava ynskt at framt nýggjar ætlanir við spæliplássinum og fleiri ferðir er peningur settur av til at betra um og fríðka spæliplássið. 
Men framvegis er næstan einki hent. Nakað varð gjørt í 2018, har táverandi ungdómsnevnd og mentamálanevnd gjørdi niðara partin av spæliplássinum betri.
Nógv hevur verið tosað um hvat skal gerast og fleiri arkitektatekningar eru gjørdar av spæliplássið, og nú er tíðin komin at nakað má henda, sigur Levi.

Myndin er ikki tøk

Á fíggjarætlanini fyri 2024 hevur Vágs Kommuna sett 650.000 kr. av til byrjanina at fríðka spæliplássið í miðbýnum og at samasjóða hetta við fiskaplássið á Løðhamar.
Gøta við ljósum á Løðhamar
Myndin er ikki tøk

Á fiskaplássinum á Løðhamar eru benkrir settir upp, men meira skal til fyri at fáa fólk oman til hetta siðssøguliga stað, sigur formaðurin í mentanarnevndini. 
Í 2024 er ætlanin at seta ljós framvið gøtuni á Løðhamri. Økið á Løðhamari er ein sonn perla og okur fara nú at samansjóða alt økið í miðbýnum, bæði spæliplássið og Løðhamar.
Okur vóna, at okur eru komnir nakað víðari við ætlanini til komandi jóansøku og til Ljósfest komandi ár.

Myndin er ikki tøk

Ætlanin er at fáa gjørt eitt slag av tilhaldsstøðum í miðbýnum, bæði á spæliplássinum og á Løðhamri. Hetta fyri børn, ung, fyri familjur, einstaklingar og eldri osfr. sigur Levi R. Mørk at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Uppliv gleðina við føroyskum fólkadansi

25 minuttir síðan
Tíðindi

Wenzel fær BMW – men noyðist at sleppa Volvo

1 tími síðan
Tíðindi

Zelenskyj í Nor­eg til sam­ráð­ing­ar um kríggið

1 tími síðan
Tíðindi

Stórt roykskýggj breiðir seg úr Indonesia

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj vegleiðing um fótbólt til fólk við diabetes

3 tímar síðan
Tíðindi

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

4 tímar síðan
Tíðindi

Bankarnir: Fíggjar­støð­an var óbroytt hjá húsar­haldum

4 tímar síðan
Tíðindi

Sámiskt verk fær bók­menta­virð­is­løn Norður­landa­ráðsins

5 tímar síðan
Tíðindi

Pol­it­isk av­gerð at flyta byggi­verk­ætl­an­ir frá Lands­verki

5 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

6 tímar síðan
Tíðindi

Sektleiðari dømdur sekur í drápi av 190 børnum

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Hetta er als ikki gott nokk

6 tímar síðan