info
Ongi úrslit

Uppliv gleðina við føroyskum fólkadansi

- Føroyskur fólkadansur er ein hugnaligur og stuttligur máti at vera saman tvørtur um ættarlið

Vilmund Jacobsen
20. oktober 2026 kl. 16:35

- Kom og dansa fólkadans sunnudagin hin 15. november frá klokkan 15-16 í auluni í Vágs skúla. Tú upplivir gleðina við føroyskum fólkadansi – saman við børnunum, ommu og abba ella øðrum í familjuni!

Soleiðis verður sagt í Vágs kommunu í dag.

- Føroyskur fólkadansur er ein hugnaligur og stuttligur máti at vera saman tvørtur um ættarlið. Her er pláss fyri bæði smáum og stórum, royndum dansarum og teimum, sum royna seg fyri fyrstu ferð.

Lagt verður aftrat, at tað er Sharon Weiss, sum stendur fyri dansiundirvísing, og her verður livandi tónleikur við Kristiani Blak og øðrum tónleikarum.

- Hetta verður eitt ”opið orkestur”, har aðrir tónleikarar á ymiskum støði, sum hava hug at royna seg, sleppa at taka lut eftir førimuni. Nótahefti fæst á staðnum ella við at skriva til [email protected]

Tað er Fólkatónleikarafelagið, ið skipar fyri tiltakinum í Vági sunnudagin hin 15. november, og tiltakið er ókeypis, verður sagt úr Vági.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Spara 14,7 mió: Sjey til átta størv hvørva á sjúkra­hús­um

1 minuttur síðan
Tíðindi

Zelenskyj og Hák­un kong­ur um­røddu burtur­flutt ukrainsk børn

21 minuttir síðan
Tíðindi

Wenzel fær BMW – men noyðist at sleppa Volvo

1 tími síðan
Tíðindi

Zelenskyj í Nor­eg til sam­ráð­ing­ar um kríggið

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórt roykskýggj breiðir seg úr Indonesia

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj vegleiðing um fótbólt til fólk við diabetes

3 tímar síðan
Tíðindi

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

4 tímar síðan
Tíðindi

Bankarnir: Fíggjar­støð­an var óbroytt hjá húsar­haldum

5 tímar síðan
Tíðindi

Sámiskt verk fær bók­menta­virð­is­løn Norður­landa­ráðsins

5 tímar síðan
Tíðindi

Pol­it­isk av­gerð at flyta byggi­verk­ætl­an­ir frá Lands­verki

6 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

6 tímar síðan
Tíðindi

Sektleiðari dømdur sekur í drápi av 190 børnum

6 tímar síðan