info
Ongi úrslit

Spaniólar til B68

B68 fær tilgongd av einum - møguliga tveimum - spaniólum til komandi kappingarár

Tróndur Arge
9. januar 2016 kl. 16:59
Pedro er navnið á einum av helst tveimum spaniólum, sum skulu spæla við B68 komandi kappingarár. B68 hevur fyrr gingið á odda við spælarum úr heldur eksotiskum londum. B68 er aftur í bestu deildini, men hava brúk fyri hjálp, um liðið skal standa seg betri enn seinast teir vóru í bestu deildini. Í hesum førinum hevur felagið leitað sær til Spania, at finna spælarar. - Vit fáa javnan boðið spælarar úr at kalla øllum heiminum frá umboðsmonnum, sigur Niclas Davidsen, formaður í B68. Felagið leitar í løtuni eftir einum verjukendum miðvallara og einum áleypara. Fyribils hevur felagið sett navn á verjukenda miðvallaran. Talan er um spælara við navninum Pedro. Felagið hevði eisini ein áleypara í kikaranum, men tað er ikki blivið til nakað. Í løtuni verður bara leitað eftir tveimum spælarum. - Sum støðan er í løtuni, so leita vit eftir einum verjukendum miðvallara og einum áleypara, sigur Niclas Davidsen, formaður í B68. Ikki fyrst ferð Hetta er ikki fyrstu ferð, at B68 roynir seg við spælarum frá meiri eksotiskum londum. Um aldarskirftið stóðu fýra spælarar úr Brasil í kavanum á Svangaskarði. Teirra millum áleyparin Marcello Marcelino og verjuspælarin Messias Perreira. Í 2008 komu eisini spælarar úr Senegal, sum síðani hava gjørt um seg í føroyskum fótbólti. Eitt nú Ndende Adama Guéye og Ahmed Keita. So verður spennandi at síggja hvussu tað fer at gangast Pedro og einum møguligum landsmanni á Svangaskarði. Ongin spanióli Yvirlitið hjá Faroesoccer gevur onga ábending um, at nakar spanskur fótbóltsspælari hevur verið í føroyskum fótbólti fyrr. Spanska landsliðið spældi í Føroyum í 1996. Tann dystin vunnu spaniólar 6-2, eftir at Todi Jónsson javnaði fyri Føroyar tíðliga í seinna hálvleiki. Sostatt er líkt til, at verjukendi miðvallarin Pedro verður fyrsti spaniólin í føroyskum fótbólti.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

21 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Aftanfyri minnispláturnar fjalast tungar lagnur

37 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyskar køli­skip­an­ir verða kann­aðar eftir teldu­sníka­álop í Evropa

56 minuttir síðan
Tíðindi

Valið í USA kann fáa týdning fyri trygdina í Evropa

1 tími síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis kunnu Demo­krat­ar­nir brúka meiri­lut­an í Kongressini

1 tími síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri at skaða tveir telduskíggjar

1 tími síðan
Tíðindi

Grønland hevur samtykt verjuavtaluna við USA

1 tími síðan
Tíðindi

Strandingar fegnast við Samuel

1 tími síðan
Fótbóltur

Elisabeth hevur skrivað undir við HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilur koyrdi inn framman fyri prutl

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis upplivdu Mattias og liðfelagarnir uppflytingina

3 tímar síðan
Tíðindi

Tveir koyrdu ímóti ferðsl­uni á Vagli­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð og støðug gongd í triðja ársfjórðingi

3 tímar síðan