info
Ongi úrslit

Stjóri til Fjarhitafelagið

Eliesar Olsen
14. august 2026 kl. 14:19

Stjóri til Fjarhitafelagið

Stjórin í Fjarhitafelagnum seinastu 22 árini er farin frá fyri aldur, og tí leita vit eftir nýggjum stjóra at mynda felagið frameftir.

Fjarhitafelagið er eitt felag, sum Sev og Tórshavnar kommuna eiga í felag. Endamálið hjá Fjarhitafelagnum er at gagnnýta avlopshita til fyrimuns fyri borgarar, stovnar og fyritøkur í Tórshavnar kommunu. Fjarhitafelagið hevur lógarfesta ábyrgd av, at veitingartrygdin og fjarhitagóðskan eru nøktandi.

Tað eru framdar stórar íløgur í útbygging av fjarhitanetinum seinastu árini, og talið av brúkarum er fleirfaldað hesa tíðina. Ætlanin er at gera fleiri íløgur komandi árini har meira grøn orka kemur inn í fjarhitaskipanina og fleiri brúkarir skulu hava møguleika fyri at knýta í fjarhitaskipanina. Í 2025 komu 91% av hitaveitingini frá avlopshita.

Starvið

Stjórin skal vera visjonerur, hugsa strategiskt og hava tekniskt forstáilsi. Tað liggja stórar útbyggingar fyri framman og tað er umráðandi, at stjórin hevur fíggjarligt skil og royndir við fíggjarstýring.

Vit vænta, at stjórin útvegar sær nýggjastu vitanina innan fjarhita og eggjar til, at ganga undan á fjarhitaøkinum.

Sum stjóri hevur tú yvirskipaðu ábyrgdina av at fremja tær útbyggingar, ið eru samtyktar, á ein skynsaman og burðardyggan hátt.

Tað er umráðandi, at tú dugir væl at samskifta við starvsfólk, kundar og samstarvsfelagar.

Tú

Vit vænta, at tú

- hevur viðkomandi útbúgving

- hevur búskaparligar royndir

- hevur tekniskt forstáilsi

- kanst samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli í skrift og talu

- dugir at samskifta á ein virðiligan hátt

- ert samstarvssinnaður

Umsókn

Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Annitu á Fríðriksmørk, nevndarforkvinnu, á tlf. 224697 eftir kl. 14.00.

Umsókn saman við prógvum skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi sunnudagin 6. september 2026.

Starvið verður lønt sambært avtalu.

Sev og Tórhavnar kommuna stovnaðu Fjarhitafelagið í 1988. Fjarhitafelagið veitir umhvørvisvinaligan hita og heitt vatn til húsarhald og bygningar í Tórshavnar kommunu. Fjarhitafelagið er ein grønur orkuberi, sum kann veita sínum brúkarum hita og heitt vatn, ið fæst burtur úr grønari orku av øllum handa slag og virkar fyri, at sum minst av avlopsorku fer til spillis.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

23 tímar síðan

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ein grøn gøta fram við Rættará

47 minuttir síðan
Fótbóltur

KÍ er aftur í 1. deild

1 tími síðan
Tíðindi

Í nátt skulu vit seta klokkuna aftur

1 tími síðan
Tíðindi

Magni Højgaard spyr um al­menna av­rúsing

2 tímar síðan
Tíðindi

Fekk bót fyri at leggja upp til slagsmál

3 tímar síðan
Tíðindi

Ukrainskt álop førdi til streymslit á Krim

3 tímar síðan
Tíðindi

At vitja Norðurlond er sum at vitja eitt systkinabarn

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

4 tímar síðan
Tíðindi

Funnu hassj og ketamin uppi á manni

5 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir bil­før­ar­ar koyrdu til treyt­aða frá­døming

5 tímar síðan
Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á ukrainskan havnarbý

6 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ fær FM-steypið handað á Tórsvølli

6 tímar síðan