Grein úr Sosialinum 16. oktober 2026:
Jón Kragesteen
Skúlanæmingar fram við Rættará. Leiðin frá Marknagilsvegnum oman í Frælsið er umleið 870 metrar.
Oman í gjøgnum vesturbýin rennur ein á, sum nógv kenna navnið á, men sum færri munnu hava gingið fram við: Rættará. Stóran part av leiðini er hon fjald millum hús, garðar, runnar og trø. Men fert tú oman til ánna, opnar ein onnur verð seg, nevniliga ein hugnalig náttúrulund – ella skulu vit siga ein býarnáttúrulund.
Larmurin frá Marknagilsvegnum og Ringvegnum fjarar burtur. Í staðin hoyrist áartutl og fuglaljóð. Áin rennur fram við gomlu vatnbyrgingini, undir vegum og millum grannaløg, og hóast tú ert mitt í býnum, er kenslan næstan tann, at tú ert farin inn í ein annan heim.
Reyða strikan vísir, hvussu Rættará smýgur sær oman gjøgnum býin frá Marknagilsvegnum og oman sjógv niðan fyri bygningin hjá Öström
Eg havi í nógv ár gingið hesa leiðina við skúlanæmingum í útiskúla. Fyri børnini er hon sum ein lítil rannsóknarferð: tey ganga í lendinum, leypa um smáar forðingar, hyggja eftir lívinum í ánni og finna støð, sum seta hugflogið í gongd. Og ikki at gloyma økið rundan um gomlu vatnbyrgingina og viðarlundina rundan um. Eisini vaksin, sum hava búð alt lívið í Havnini, hava verið bilsin av, at eitt slíkt øki finst – ein býarnáttúrugeiri á ein lítlan kilometur mitt inni í Havnini.
-
©
Tað ber til í dag at ganga hesa leiðina, men tað krevur hóskandi klæði og skógvar og, onkrastaðni, eitt sindur av áræði.
Eg havi eitt hugskot - ella ein dreym – nevniliga, at ein samanhangandi gongugøta var allan vegin fram við Rættará frá Marknagilsvegnum og í minsta lagi oman í Frælsið. Ein partur er longu gjørdur og tað skal ikki so øgiliga nógv gerast fyri at fáa hetta til veruleika. Fyri tað mesta snýr tað seg um at gera gøtuna, grava onkra staðni, stoypa onkra aðra staðni og gera onkra lítla brúgv. Og sjálvandi koyra grús á gøtuna. Áin sjálv er longu frámatrikulerað frá lendinum rundanum.
Við einari gøtu kundu nógv fleiri fingið gleði av økinum. Ein gøta hevði eisini knýtt grøna økið við Glasir og Skúlan á Fløtum saman við Frælsið og víðari til viðarlundina úti í Grið, fram við Kinabrekkuni. Hon kundi verið ein gerandisleið hjá grannum at ferðast millum býarpartarnar, ein túrur hjá familjum, eitt læruøki hjá skúlum og dagstovnum og eitt friðarligt andarhol hjá øllum, sum hava tørv á at sleppa burtur frá ferðsluni eina løtu.
Talan er ikki um at skapa nakað nýtt frá grundini, alt er longu har: áin, trøini, fuglaljóðið, gamla vatnbyrgingin og kenslan av friði mitt í býnum. Hugskotið er at lata økið upp fyri fólki, samstundis sum serliga áarumhvørvið verður varðveitt.
Havnin veksur, og tað er gott. Men góð býarmenning snýr seg ikki bara um hús og vegir, men eisini um støð, har fólk kunnu ganga, steðga á og kenna samband við náttúruna. Tess tættari vit byggja, tess størri virði fáa grønu og bláu leiðirnar í býnum og tess týdningarmeiri er tað, at vit geva pláss til býarnáttúruøki, har tað ber til.
Eg havi hugsað um hetta hugskotið í rúma tíð og ynski nú at leggja tað fram alment fyri at vita, hvat fólk halda um hetta. Mín vón er, at kommunan, grannar, skúlar og onnur, sum kenna økið, taka væl ímóti og vera við til at kanna møguleikan. Fyrsta stigið er ikki at loysa allar smálutirnar, men at síggja møguleikan: eina hugnaliga gøtu fram við ánni í býarnáttúru, sum kann gerast eitt nýtt – men kortini gamalt – andarhol í vesturbýnum.