info
Ongi úrslit

Sverri handaði Gerhardi stóran nagla úr Golden Harp

- Eg havi eitt sindur við Skopun at gera, og skopuningar áttu í sluppini, Golden Harp, eins og modellið av henni hongur í kirkjuni í Skopun

Vilmund Jacobsen
2. september 2026 kl. 09:44

Í gjár var Sverri Láadal framvið hjá Gerhardi Lognberg, fyrrverandi borgarstjóra í Skopun.

Ørindini vóru at handa Gerhardi ein stóran nagla, ið er av sluppini, Golden Harp, sum hevur ligið sokkin á Hvalvíkini í meira enn 100 ár.

- Hetta er ein nagli, sum eg sjálvur havi tikið úr sluppini, og sum eg ynski at geva savninum, Selatraðneystinum.

Soleiðis skrivar Sverri Láadal á sínum Facebook-vanga.

Her er eisini ein mynd av Sverra og Gerhardi, har Gerhard stendur við einari heilsan, sum Sverri hevur skrivað - og stóra naglanum. 

- Nú er tað so, at eg havi eitt sindur við Skopun at gera, og skopuningar áttu í sluppini, Golden Harp, eins og modellið av henni hongur í kirkjuni í Skopun.

Myndin er ikki tøk

Sverri Láadal leggur aftrat, at Golden Harp rak á land í Hvalvík í 1924 og gjørdist vrak. 

- Vrakið gjørdist okkara besta spælipláss, tá vit vóru dreingir í Hvalvík. Dekkið varð tikið úr, og vit sigldu inni í henni við flakum og tunnubátum, leggur hann aftrat.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Vejle vann grannauppgerðina móti FC Fredericia

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti við fimm málum - avrikaðu væl í seinna hálvleiki

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður biðið um frágreiðing um Bakkafrost-málið

4 tímar síðan
Tíðindi

Kanada tekur frástøðu frá USA í fíggjarætlan

5 tímar síðan
Tíðindi

Klaksvík: Biskupsstøðgøta breiðkað

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Universi­tets­sjúkra­hús á papp­ír­i­num, men hvar eru íløgur­nar?

6 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Láadal 35 ára starvsdag á Hotel Føroyum

6 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7 tímar síðan
Tíðindi

Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑

7 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar

7 tímar síðan