Á bygdaráðsfundinum í Eiðis kommunu í gjár varð fíggjarætlanin fyri 2027 endaliga samtykt.
Skattaprosentið verður framvegis 18,75%, og Eiðis kommuna varðveitir sostatt lægsta skattaprosentið í miðstaðarøkinum. Eisini verður barnafrádrátturin varðveittur á 8.000 krónur fyri hvørt barnið.
Hvat merkir hetta fyri eina vanliga barnafamilju? spyrja tey seg sjálvi í Eiðis kommunu, og her er svarið:
- Sum dømi kunnu vit taka eina familju við tveimum børnum undir 18 ár og einari samlaðari ársinntøku á 800.000 krónur.
Um ein slík familja flutti til Eiðis kommunu, hevði hon - við teimum higartil kendu skattaprosentunum og barnafrádráttunum - havt:
12.580 kr. meira eftir um árið við flyting úr Sunda kommunu.
5.510 kr. meira eftir um árið við flyting úr Eysturkommunu.
16.500 kr. meira eftir um árið við flyting úr Fuglafjarðar kommunu.
13.350 kr. meira eftir um árið við flyting úr Runavíkar kommunu.
10.950 kr. meira eftir um árið við flyting úr Nes kommunu.
14.650 kr. meira eftir um árið við flyting úr Sjóvar kommunu.
18.910 kr. meira eftir um árið við flyting úr Vestmanna kommunu.
22.450 kr. meira eftir um árið við flyting úr Kvívíkar kommunu.
Í mun til Tórshavnar kommunu er kommunuskatturin hjá familjuni á leið hin sami.
Í Eiðis kommunu siga tey, at í útrokningunum er hædd tikin fyri bæði skattaprosenti og barnafrádrátti.
- Hóast veksandi rakstrarútreiðslur og økt krøv til kommunalu tænasturnar hevur tað eydnast at varðveita bæði lága skattaprosentið og barnafrádráttin, samstundis sum peningur verður raðfestur til íløgur og framhaldandi menning av kommununi.
Lagt verður aftrat, at tað hevur týdning fyri Eiðis kommunu at skapa góðar karmar fyri borgararnar, bæði hvat viðvíkur kommunalum tænastum og fíggjarligum umstøðum hjá familjunum.