info
Ongi úrslit

Reisigildi á Listasavni Føroya fríggjadagin

Fríggjadagin 27. november kl. 15-16 verður reisigildi á Listasavni Føroya. Nú Listaskálin er reistur, verður almenningurin boðin at síggja byggingina og hátíðarhalda dagin saman við arbeiðsfólki og samstarvsfeløgum.

Eirikur Lindenskov
24. november 2026 kl. 12:10

Um- og útbyggingin av Listasavni Føroya er væl ávegis. Arbeiðið við at dagføra Listaskálan, víðka føstu framsýningina og byggja nýtt barnahús hevur verið í gongd síðan í vár.

Á reisigildinum fáa gestir høvi at koma inn í Listaskálan og at hoyra meira um byggingina og framtíðarætlanirnar fyri savnið. Á skránni verða røður, og Listasavnið bjóðar ábit og okkurt drekkandi.

“Vit gleða okkum at lata dyrnar upp og vísa almenninginum, hvussu langt arbeiðið er komið. Listaskálin hevur stóran týdning fyri bæði savnið og føroyska listasøgu, og reisigildið er eitt gott høvi at hátíðarhalda arbeiðið, sum handverkarar og samstarvsfelagar hava lagt í verkætlanina,” sigur Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavni Føroya.

Verkætlanin fevnir um eina grundleggjandi dagføring av Listaskálanum, eitt nýtt barnahús og eina útbygging av føstu framsýningini. Endamálið er at skapa betri karmar fyri føroyska list og geva gestum fleiri møguleikar at uppliva og arbeiða við list.

Landsverk er byggiharri, og Búsetur stendur fyri høvuðsarbeiðstøkuni. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt á vári 2028. Listasavnið er opið, meðan bygt verður.

Tíð og stað

Fríggjadagin 27. november 2026 kl. 15.00-16.00
Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn

Tiltakið er ókeypis.

Atgongd og parkering

Til ber at seta bilin við Badmintonhøllina og niðara vøll.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Samband

Solveig Hanusardóttir Olsen
Stjóri, Listasavn Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ken Fagerberg er deyður

5 minuttir síðan
Tíðindi

Norsk sjóverja og donsk tyrla venja saman við Føroyar

1 tími síðan
Tíðindi

Magdalena Andersson gevst við royndini at skipa stjórn

1 tími síðan
Tíðindi

Hvat stóð í Sosialinum tann dagin, tú varð føddur?

2 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina og Noreg tosa um verjusamstarv

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava borgararnar at vísa á vandamikil vegamót í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í grasi við røktarheim í Runavík

3 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir tiknir fyri at koyra ov skjótt í Leirvík

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Seinastu 15 minuttirnir av býráðsfundinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan ávarar um følsk SMS frá „TAKS“

4 tímar síðan
Tíðindi

Burnham vil hava fólkaatkvøðu, skal Bretland aftur í ES

5 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyska U19-landsliðið er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

6 tímar síðan