Filkeikafelagið Ljósið:
Vit vilja fegin bjóða tykkum øllum til eina hugnaliga løtu í Fimi, har vit hátíðarhalda, at Ljósið hevur verið partur av føroyska fimleikalívinum í hálva øld!
Á skránni verður eitt sindur av hvørjum:
Røður, myndaframvísing við góðum og gomlum minnum, hoppiborg, ballónir, kaffi og køka.
Vit hava eisini funnið nógvar gamlar draktir og búnar fram, so her verður møguleiki at fáa eitt nostalgiskt prát og kanska síggja okkurt, sum vekir gomul minni.
Og hvør veit … kanska kemur tann fimi jólamaðurin eisini ein túr framvið?
Vit vóna at síggja nógv fólk – bæði núverandi og fyrrverandi fimleikarar, venjarar, foreldur, sjálvboðin og øll, sum hava havt eitt tilknýti til Ljósið gjøgnum árini.
29. november kl. 13.00–16.00 í Fimi