Svenski andstøðuleiðarin, Magdalena Andersson, sum er forkvinna í Socialdemokraterna, sigur, at hon nú gevst við royndini at skipa eina reyðgrøna stjórn í Svøríki.
Tað skrivar svenski miðilin SVT í dag, eftir at Andersson hevur verið á fundi við formannin í svenska ríkisdegnum.
– Eg havi boðað honum frá, at vit hava havt góðar samráðingar og eru komin eitt petti ávegis.
Magdalena Andersson vísir á, at av tí, at Vänsterpartiet hevur valt ikki at samráðast, eru ongar fyrirtreytir fyri, at hon kann skipa eina stjórn, sum ríkisdagurin góðtekur.
Socialdemokraterna ynsktu at skipa stjórn saman við Miljöpartiet og Centerpartiet við Vänsterpartiet sum stuðulsflokki.
Men, henda leiklutin vil Vänsterpartiet ikki góðtaka.
Flokkurin krevur nevniliga at fáa stjórnarvald og ráðharrasessir fyri yvirhøvur at luttaka í samráðingunum.
Keldur til henda tíðindastubba um politisku støðuna í Svøríki í morgun eru SVT og NTB.