Boðini kunnu líkjast almennari kunning frá TAKS, men tey eru ikki frá okkum.
Kanna heimasíðubústaðin
Falska heimasíðan nýtir búmerki og litir okkara og kann við fyrsta eygnabrá tykjast álítandi.
Heimasíðubústaðurin er tó taks-fo.help og ikki taks.fo. Síðan hevur einki við TAKS at gera.
Fært tú slík boð, skalt tú strika tey
Trýst ikki á leinkið og lat ongar persónligar upplýsingar frá tær.
Hevur tú latið bankaupplýsingar, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við bankan hjá tær og biðja um ráð.
Hevur tú latið samleikaupplýsingar, skal tú endurnýggja Samleikan í samleikaappini hjá tær og velja nýtt loynital.
TAKS biður teg ongantíð um persónligar upplýsingar gjøgnum leinki í sms-boðum ella teldubrøvum.
Nýt almennu sjálvgreiðslurnar hjá TAKS
Tá tú skalt avgreiða skattaviðurskifti ella fáa atgongd til tínar skattaupplýsingar, mæla vit til, at tú nýtir almennu sjálvgreiðslur okkara:
Borgaragluggin – til tínar persónligu skattaupplýsingar og skattaviðurskifti.
Vinnugluggin – til skattaviðurskifti og aðrar tænastur hjá fyritøkum.
Tú finnur leinki til Borgaragluggan og Vinnugluggan á forsíðuni á www.taks.fo.
TAKS