Í seks ár hevur Heiðrikur á Heygum arbeitt við at siga føroysku sagnirnar, við sínum orðum og myndlist.
Tá vit hittu Heiðrik, hevði hann júst fingið bókina í hondina.
- Eg dugi ikki at skilja tað enn. Hetta má sodna, tí tað hevur verið ein long tilgongd.
Bókin er grundað á sagnir úr Færösk anthologi eftir V.U.Hammershaim, útgivin í 1891 og Færöske folkesagn og æventyr eftir Jakob Jakobsen útgivin 1898–1901. Søgnin Smiðurin er úr bókini Føroysk gomul heimaráð eftir H.M. Eidesgaard, útgivin í 1956. Søgnin ljósmóðirin yvir í Heygum, er úr útgávuni Söga og sögn, sum Andreas Weihe gav út í 1933
- Sagnir eru gjørdar til at vera fortaldar víðari, tá eg havi sagt tær eina søgn, fert tú víðari og fortelur hana soleiðis sum tú minnist hana, og tað sum rørdi teg við henni, og soleiðis broytist søgan. Summi duga væl at fortelja, við meira spenningi, og smálutum, onnur duga verri.
Nú hevur Heiðrikur á Heygum fortalt sagnirnar á sín hátt. Siðvenjan at endursiga sagnir, hevur ligið meira ella minni still síðani sagnirnar blivu skrivaðar niður, og tí vónar Heiðrikur at útgávan fer at geva øðrum íblástur.
- Eg hugsi, hví hevur eingin gjørt hetta fyrr? Tað er gott at tað nú er gjørt, og eg vóni at onkur annar fer at tulka sagnirnar á sín hátt.
-
©
Jakob Jakobsen skjalfesti sagnirnar soleiðis sum hann fekk tær fortaldar. Tí eru nógvir leysir endar, og óvikomandi lýsingar í tekstinum. Heiðrikur valdi sagnirnar við besta bygnaðinum burturúr, og ritstjórnaði tekstin.
Eisini ráddi um at kanna hvussu gomul søgan var, hvat hendi í føroyska samfelagnum hesa tíðina, og hvussu fólk livdu.
- Onkuntíð hevur hungursneyð verið, onkuntíð hava tað verið góðar tíðir, og tað ávirkar hendingarnar í sagnunum.
Sagnirnar eru ein stór orsøk til at føroyska málið framvegis er til, tí sagnirnar blivu sagdar á føroyskum, í eini tíð tá ikki var loyvt at tosa føroyskt í skúlum og kirkjum.
Geva teimum fornisku eina rødd
Eitt endamál við bókini er at geva bóndafólkið, gandakellingunum, huldufólkunum og hetjunum, sum livdu í farnum tíðum eina rødd. Heiðrikur á Heygum heldur at tey framvegis hava nógv at siga okkum, tí tey stríddust við nógv at tí sama sum vit gera í dag, tey høvdu somu stúranir, og gleðir. Nógvar vanlukkur vóru, fólk vóru fátæk og fáment, og konur sótu einsamallar við fleiri børnum, hjálpti bygdin teimum ikki, var ikki væl vorið.
- Nógv at virðunum eru tey somu, at vit skulu vera góð við hvønn annan, vera gávumild, og taka okkum av hvørjum øðrum. Hetta eru nøkur grundvirðir, og tí liva sagnirnar enn.
-
©
Hvør søgn í bókini endar við einum orðataki.
- Vit hava nógv góð føroysk orðatøk sum hava ein moralskan boðskap. Orðatøkini nágreina kjarnuna í søguni.
Áhugin hjá Heiðriki fyri teimum føroysku sagnunum, kemst av at hann altíð hevur kent seg øðrvísi, og at hann ikki passaði inn í Føroyum.
- Í sagnunum eru útskot, fólk sum koma úr eini aðrari verð, og fólk sum liva á kantinum í samfelagnum, tað er har eg síggi meg sjálvan.
Heiðrikur á Heygum heldur, at tíðin vit liva í, við tøkni og vísindi sum hevur svar uppá tað mesta, ger at fólk leita fólk eftir tí sum er gátufult. Stjørnutýðing og spádómskort eru betri umtókt enn nakrantíð, og stórir Hollywood filmar verða gjørdir, við støðið í fólkasagnum.
- Fólk leingjast eftir tí sum vit ikki kunnu greiða frá. Eg vóni at eg raki rætt við hesum, og tað tykist sum at fólk eru klár uppá meira.
Tað eru ikki bara føroyingar sum eru áhugaðir í teimum føroysku sagnunum. Heiðrikur hevur fingið nógv boð frá útlendingum, sum vilja vita nær bókin verður týdd til enskt. Ætlanin er tí at týða bókina skjótast gjørligt.
Myndir gjørdar við virðing fyri veruligu persónunum
Heiðrikur hevur lagt seg eftir, at myndirnar skulu hava ein føroyskan stíl, og tað tók langa tíð at finna útav júst hvussu tann føroyski stílurin er.
- Eg teknaði um eini 8-9 ferð, tí tað kendist ikki heilt rætt, men eg fann síðani ein reyðan tráð.
Føroyska myndlistasøgan er ung, og vit hava ikki listaverk úr samtíðini. Tí kannaði Heiðrikur miðaldarlistaverk úr grannalondunum.
Flestu munnu kenna listaverkini sum William Heinesen og Elinborg Lützen, hava gjørt av huldufólkum. Í bók síni hevur Heiðrikur á Heygum heiðra tey bæði. Tí prýða eyðkennismerkir hjá Williami Heinesen bókaryggin, og á huldutrónuni, sum Símun Símunarson, Huldu-Símun sat á, síggjast hesi merkir eisini.
Huldu-Símun er ein av veruligu persónunum í bókini, aðrir persónar eru Húsfrúgvin í Húsavík, Guttormur í Múla og gandakellingin Barbara við Kvíggjá. Í sagnunum eru persónarnir lýstir í útsjónd og sinnalagi. Heiðrikur heldur at hann hevur fingið eitt gott samband við tey, og er komin at kenna tey væl.
-
©
- Vit vita ikki hvussu tey hava sæð út, tað má eg bara fantasera meg fram til. Vit mugu hava virðing fyri hesum fólkunum, tí tey hava verið á lívi, og tey hava framvegis familju í Føroyum.
Huldufólk liva í tí dulda, og fá hava sæð tey, tí hevði Heiðrikur fríar ræsur at ímynda sær hvussu huldufólk síggja út. Nógvar av sagnunum í bókini, eru ikki teknaðar áður, og tí er tað fyrstuferð at hesar sagnir fáa ein myndlistarligan form.
- Eg havi gjørt nógvar royndir, og hetta er mín mynd av teimum, tað hevur verið stuttligt, tí eg havi ikki verið avmarkaður á nakran hátt.
Summi siga seg hava sæð huldufólk, sjálvur hevur Heiðrikur á Heygum ongantíð hitt huldufólk, men fleiri av teimum eldru familjuni hava sæð tey.
- Tað hevur verið myrkt í Føroyum upp til 60´ini, og fólk hava sæð nógv í myrkrinum. Tað sigst at huldufólkini blivu burtur tá elektrisiteti kom, men huldusteinarnir eru her enn, so hvør veit?