info
Ongi úrslit

Ulf helst valdur til nýggjan forsætisráðharra mánadagin

Politiskir eygleiðarar halda, at ein nýggj stjórn fer at verða sera veik, og at vandin fyri einum svenskum nývali framvegis hongur í luftini

Vilmund Jacobsen
28. november 2026 kl. 10:58

Eftir eina drúgva tilgongd at skipa nýggja stjórn í Svøríki, bendir alt nú á, at sitandi forsætisráðharrin, Ulf Kristersson úr Moderaterna, verður valdur til nýggjan forsætisráðharra í Svøríki mánadagin.

Í dag boða 18 oddafólk í Centerpartiet í einum felags lesarabrævi frá, at tey taka undir við avgerðini hjá floksleiðaranum, Elisabeth Thand Ringqvist, um at atkvøða fyri Kristersson.

Tað skrivar svenski kringvarpsmiðilin, SVT Nyheter.

Endamálið er at fáa eina borgarliga stjórn, har hvørki Sverigedemokraterna ella Vänsterpartiet eru við.

Men semjan skapar stóra øsing innanhýsis í Centerpartiet.

Fleiri enn 150 limir hava nevniliga skrivað undir eitt mótmæli ímóti høgravendingini hjá flokkinum, og fleiri ríkisdagsumboð hava longu boðað frá, at tey fara at atkvøða ímóti mánadagin.

Samstundis vísa politiskir eygleiðarar í samrøðu við Dagens Nyheter á, at ein nýggj stjórn fer at verða sera veik, og at vandin fyri einum svenskum nývali framvegis hongur í luftini.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tey fornisku hava nógv at siga okkum

11 minuttir síðan
Tíðindi

Skallaði ein mann á skeinkistaði

41 minuttir síðan
Tíðindi

Fýra klipp á Fugla­fjarðar­vegnum og í Kollafirði

1 tími síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

1 tími síðan
Tíðindi

Ringdi til løgregluna og visti ikki, hvar hann var

1 tími síðan
Fótbóltur

Baltic Cup: Estland hevur favorittstøðuna móti Føroyum

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar seta tyrlubjargarar í størri váða

3 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir lótu lív tá Jökull sakk – nú eru allir navngivnir

4 tímar síðan
Hondbóltur

TV2 vísir dystin Danmark-Føroyar (Golden League)

4 tímar síðan
Tíðindi

Apple og OpenAI ákæra hvørt annað fyri stuldur

8 tímar síðan
Tíðindi

Hvør skal bjarga bjargarunum?

10 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: THW Kiel vann greiðan sigur á Bergischer

10 tímar síðan