Tað er greitt, nú grein 25 nevndin hevur skrivað álit. Ein meiriluti, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Framsókn og Miðflokkurin, taka formansskapin í Løgtinginum av ræði og mæla til, at tingfólk fáa tað lønarlyft, sum nevndi, sum gjørdi uppskotið til broyting í lóg um samsýning og eftirløn hjá tingfólki.
Tann nevndin skeyt upp, at tingfólk verða flutt úr 34. og upp i 36. lønarflokk eftir stiganum hjá tænastumonnum. Tað merkir, at tingfólk skulu hava eitt lønarlyft upp á slakar 6.700 krónur um mánaðin. Tað vil siga, at lønan hækkar úr 46.373 krónum um mánaðin upp í 53.058 krónur um mánaðin.
Men formansskapurin broytti uppskotið hjá nevndini soleiðis, at tingfólk ikki skulu fáa lønarlyft við at flyta lønarflokk. Formansskapurin mælti til, at lønin hjá tingfólki verður sum hon er.
Men tað eru bara umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, sum taka undir við tí, Eyðgunn Samuelsen og Hervør Pálsdóttir.
Grein 25 nevndin býtir seg í tríggjar minnilutar.
Ein annar minniluti, Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, Sólvit E. Nolsø úr Framsókn og Stefan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, mæla til at broyta uppskotið frá formansskapinum soleiðis, at tingfólk fáa lønarlyftið úr 34. upp í 36. lønarflokk.
Triði minnilutin, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum er samdur við hesum minnilutanum, men vil harafturat hava, at tingfólk varðveita eitt skattafrítt ískoyti oman á lønina upp á 2.000 krónur um mánaðin.
Álitið frá grein 25 nevndini kann lesast her.
Tingfólk skulu hava lønarlyft upp á 6.700 krónur Tingfólk skulu hava lønarlyft upp á 6.700 krónur
Ein meiriluti hevur tikið formansskapin í Løgtinginum av ræði og vil hava, at tingfólk skulu hava eitt lønarlyft upp á 6.700 krónur um mánaðin
Eirikur Lindenskov
14. mai 2024 kl. 10:08
Mest lisið hesa vikuna
Leitaði eftir einum analfabeti hjá Búskaparráðnum
17. september kl. 20:47
Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm
17. september kl. 23:31
14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík
18. september kl. 19:15
Hesi eiga Varðan – og hesi sita nú við borðendan
18. september kl. 12:21
Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út
Í gjár kl. 18:15
Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur
19. september kl. 22:26
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Spyr um kostnaðin av nýggjari Steno Miðstøð
3 minuttir síðan
Tíðindi
Talv: Rubek slóðaði fyri
22 minuttir síðan
Tíðindi
Útróðrarbátar fáa fýra dagar afturat á Føroyabanka
34 minuttir síðan
Tíðindi
Russisk hernaðartyrla í pólskum loftrúmi
48 minuttir síðan
Tíðindi
Kom tætt at føroysku granskingini á Vísindavøku
3 tímar síðan
Tíðindi
Turkurin sæst úr rúmdini
3 tímar síðan
Lesarabrøv
Vinstra, høgra, vinstra, høgra - tað er skeiva lagið
3 tímar síðan
Tíðindi
Uppreistrarfólk tikið ræðið á flogvølli í Etiopia
4 tímar síðan
Tíðindi
Hernaðarvenjingin Lion Protector í Vestmannasundi
4 tímar síðan
Tíðindi
Póllendingar stjólu 200 neyt í Týsklandi
4 tímar síðan
Tíðindi
Rubio skal hitta Lavrov í New York
5 tímar síðan
Tíðindi
Lær føroyska rættskriving í Vági
5 tímar síðan