info
Ongi úrslit

Trúgva framvegis upp á vindmylluloysn í Nólsoy

– Vit arbeiða við verkætlanini í frítíðini. Nær vit koma á mál, veit eg ikki, sigur Bjørn Elison, nevndarformaður og stjóri í Nólsoyar Orkufelag

Frants Jensen
9. juni 2020 kl. 12:22
Hóast vindmylla varð sett upp í Nólsoy í 2012, so er tað bara av og á, at hon melur. Í løtuni eru tað bara átta hús, sum eru knýtt til skipanina. – Vit stýra vindmylluni manuelt, og tí melur hon ikki altíð. Ymiskt skal gerast afturat, so at hon skal hita fleiri hús í Nólsoy. Vit eru nakrir, ið nýta okkara frítíð til at arbeiða við hesum, og tí tekur tað tíð, sigur Bjørn Elison.
Hann hevur verið í nevndini í fleiri ár, og hann hevur eisini virkað sum formaður í fleiri ár. Nú er tað eisini skrásett hjá Skráseting Føroya, at Bjarti Thomsen eru farin frá, og at Bjørn Elison er vorðin nevndarformaður. Nólsoyar Orkufelag royndi í fyrstuni at binda í elnetið hjá SEV, men har kom ikki á mál. – Tað vóru so nógvar forðingar á vegnum, og vit arbeiða ikki við tí loysnini nú, sigur Bjørn Elison. Hann hevur ikki mist vónina um, at tað fer at rigga. – Vit trúgva upp á, at verkætlanini fer at rigga, sigur hann. Nólsoyar Orkufelag hevur fingið stuðul frá landinum og frá Tórshavnar kommunu til verkætlanina, men sambært Bjørn Elison, so rukku teir pengarnir ikki langt. – Tað var ikki meira enn til at keypa útgerðina. Vit hava brúkt nógv afturat. Og alt arbeiði, vit gera, er sjálvboðið, og um tað skuldi verið tikið við í roknistykkið, so er talan um nógv fleiri pengar, enn vit hava fingið í stuðli, sigur Bjørn Elison.  Í 2011 skrivaði Umhvørvisstovan, at arbeiðið við vindmylluni í Nólsoy byrjaði sum ein norðurlendsk verkætlan í 2003, men hon heldur nú fram fyriskipað av Spf Nólsoyar Orkufelag. Verkætlanin hevur sum endamál at menna skipanir, so upphiting av húsum og bygningum kann gerast við vindorku heldur enn at brúka olju og oljufýr. Ein vindmylla av slagnum Wind World W2500 við 220kW el-generatori, 25 metrar veingjatvørmáti og 30 metrar høgum torni verður sett upp 300 metrar norðanfyri og omanfyri bygdina í Nólsoy. Frá vindmylluni verður lagdur el-kaðal framvið skúlanum og barnagarðinum til eitt hús við stórum vatntanga (69m3), sum verður hitaður við elorku frá vindmylluni. Tann skiftandi vindorkan verður sostatt goymd og útjavnað sum tøk orka í heitum vatni. Í fyrsta umfari fáa tey nærmastu 23 húsini hitaorku úr tanganum við vanligari fjarhitaskipan. Næsta stig verður at leggja el-kaðalar til skúlan, barnagarðin, missiónshúsið, kirkjuna, bygdarhúsið, umframt nøkur sethús, har smærri hitatangar verða gjørdir og settir saman við verandi hitamiðstøðuskipanum, sum so eisini verða hitaðir við el- orku frá vindmylluni. Ein skipan tendrar og sløkkir hitaelementir (dyppkókarar), so hesir alla tíðini samsvara við tøka orku frá vindmylluni. Mátingar av vindorku á staðnum og mátingar av orkunýtslu í húsum vísa, at ein 220kW vindmylla gevur orku til at hita umleið 35 hús. Um nøkur ár verða fleiri myllur settar upp, ella ein nakað størri, so øll bygdin í Nólsoy kann fáa hita við vindorku. Í 2013 sigur Bjørn Elison við Dimmalætting, at orsøkin til, at vindmyllan, sum varð sett upp uppi á Brekkum norðanfyri Nólsoyar bygd, hevur staðið still, eru tekniskar forðingar. Ætlanin var so at seta eina aðra vindmyllu upp og hita restina av bygdini. Men komið er ikki nógv longur við verkætlanini enn. – Vit trúgva, at tað fer at eydnast, men tað tekur sína tíð, sigur Bjørn Elison.

Kunngerðir

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Ken Fagerberg er deyður

8 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Landsstýrið skal aftur niður á seks fólk

55 minuttir síðan
Lesarabrøv

Allur bati bøtir, men lítið er um tann, ið einki ætlar

1 tími síðan
Hondbóltur

European League: Liðið hjá Teis vann stórsigur

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar fáa størri botnfiskakvotur í Grønlandi í 2027

1 tími síðan
Tíðindi

U19 EM: Sara Benjaminsen bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

2 tímar síðan
Tíðindi

Tak eina jólamynd á Torginum!

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir menn dømdir sjey ára fongsul hvør

4 tímar síðan
Tíðindi

Fekk pengarnar aftur eftir følsk TAKS-boð

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Heilsuverkið og fer­til­i­tets­við­gerð­ir á bredda­num í Fólkatinginum

5 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj ætlan fyri vitlíki fyri 51 milliónir krónur

5 tímar síðan
Tíðindi

Lønarveitsla í Bodø/Glimt: Venjarin 17,6 milliónir í inntøku

7 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin á telefonini fyri 80 krónur um mánaðin

7 tímar síðan