info
Ongi úrslit

Tróndur millum bestu álopsleikarar í Danmark

Tróndur Arge
28. januar 2022 kl. 11:31

Í gjøgnum árini hava mong ítróttarfólk í Føroyum tikið av møguleikanum at halda á við teirra ítróttargrein, tá ið tey eru flutt av landinum í lestrar ella arbeiðsørindum. Millum hesi telist Tróndur Høgnason Hansen úr Fuglafirði, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi í dag.

- Hann spældi við fleiri ungdómslandsliðum, og seinastu árini hevur hann verið ein av teimum berandi leikarunum hjá ÍF flogbólti. Millum annað var hann við at vinna steypakappingina seinasta ár. Tá ið hann flutti til Danmarkar seinasta summar til víðari lestur, byrjaði hann beinanvegin at venja við Amager Volley Elite, ið spælir í bestu donsku deildini. Tróndur bleiv beinanvegin ein av føstu leikarunum á liðnum, har hann spælir sum diagonalur, sama pláss, ið hann spældi í ÍF, skrivar Flogbóltssambandið.

Venjarin hjá Amager Volley, Mads Ditlevsen, sigur, at Tróndur hóskar sera væl til teirra spælihátt.

- Hann hevur ment seg nógv, bæði í verjuspæli og í álopskendum servuspæli, sum er vorðið eitt av hansara sterku vápnum. Hann er blivin ein betri diagonalspælari, og kann, eftir mínari meting, menna seg til ein av bestu diagonal spælarunum í kappingini, um hann heldur á við sama ágrýtni sum nú. Hann er ein av profilunum á liðnum, og hava hini liðini eisini lagt merki til hansara, sigur Mads Ditlevsen.

Spurdur, hvussu honum dámar, sigur Tróndur Høgnason, at honum dámar væl.

- Vit venja eitt sindur oftari enn eg gjørdi í Føroyum, og harafturat meiri styrkivenjingar. Størsti munurin er nokk, at tey góðu liðini í deildini eru nógv sterkari enn tey føroysku, so man sleppur at spæla ímóti fleiri leikarum, sum eru nógv betri enn ein sjálvur. Og so er tað eisini stuttligt, at tað eru 10 lið í deildini, sum ger, at tað ikki verður tey somu mótstøðuliðini alla tíðina, sigur Tróndur Høgnason.

Flogbóltssambandið hevur lagt nógv fyri, at menna føroyskan flogbólt og landsliðsflogbólt. Ein vón er, at spælarar, sum fara av landinum, halda fram við at menna flogbóltsevnini. Tað kemur landsliðnum til góðar.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

43 minuttir síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

48 minuttir síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

1 tími síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

2 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

3 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

3 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

4 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

4 tímar síðan
Tíðindi

Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava lands­stýr­is­mann­in at taka støðu til kapp­bjóð­ing við húsasølu

6 tímar síðan