info
Ongi úrslit

Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd

Hví er tað týdningarmikið at lesa føroyskar bøkur? Hvussu geva vit børnum og ungum eitt størri orðfeingi? Og hvussu er tað at vera bókaummælari í Føroyum, har øll kenna øll? Hetta eru nøkur av evnunum á ársins Bókadøgum, sum fara av bakkastokki 14. og 15. novembur í Norðurlandahúsinum

Nanný J. Toftegaard
9. november 2026 kl. 17:30

Norðurlandahúsið skrivar at skráin fyri Bókadagar 2026 kunngjørd. Tað verða tveir dagar við bókmentum, samrøðum, upplestrum og ítrivum fyri bæði stór og smá, tá ið festivalurin savnar føroyskar og norðurlendskar rithøvundar, forløg, bókmentamiðlarar og lesarar.

Leygardagurin er fyrst og fremst fyri vaksin við einari skrá, sum varpar ljós á týdningin av bókmentum og korini hjá føroyska málinum. Til eitt orðaskifti um skíggjar og mál møtast fýra skarpar røddir fyri at kjakast um, hvussu talgildingin ávirkar málførleikar hjá børnum og ungum, og hvat vit kunnu gera fyri at styrkja lesihugin. Eitt annað pallborðsorðaskifti tekur upp grundleggjandi spurningin: Hví skulu vit lesa – meira? Her verður týdningurin av bókmentum fyri bæði menniskju og samfelag umrøddur.

Eisini verður sjóneykan sett á bókmentaummæli, tá ið Paula Gaard og danski ummælarin Lars Bukdahl fara at hava samrøðu um, hvat tað vil siga at ummæla bókmentir í Norðurlondum – og ikki minst í Føroyum.

Festivalurin fær vitjan av fleiri stórum, norðurlendskum rithøvundum. Danska Inger Smærup Sørensen fer at tosa um sína væl umtóktu skaldsøgu fru s við Lars Bukdahl, og íslendski rithøvundurin Hallgrímur Helgason fer at greiða frá sínum rithøvundavirksemi, harímillum skaldsøguni Tres kilo solskin. Eisini verður møguligt at hitta føroyska fjøllistamannin Heiðrik á Heygum, sum hevur givið gomlum, føroyskum søgnum nýtt lív við einari nútíðarligari, málsligari tillaging og egnum myndprýðingum.

Sunnudagurin er í størri mun ætlaður børnum og familjum. Her verður millum annað Handbók fyri superhetjur á skrá, og spennandi søgur verða vaktar til lívs við søguleikhúsi.

Henda dagin verður Ebbu-virðislønin 2026 eisini latin. Virðislønin, sum er á 25.000 krónur, verður á hvørjum ári handað einum ungum rithøvundi við serligum gávum og lovandi, bókmentaligum evnum og er við til at stuðla nýggjum røddum í føroyskum bókmentum.

Áðrenn Bókadagar veruliga fara í gongd, verður hitað upp við yrkingum í Blábar hóskvøldið og Ritsalon í Gallarí Havnará fríggjakvøldið.

Sí alla skránna her: https://www.nlh.fo/fo/tiltoek/bokadagar-2026

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava lands­stýr­is­mann­in at taka støðu til kapp­bjóð­ing við húsasølu

1 tími síðan
Tíðindi

Høvðusungdómsvenjarin hjá FC Suðuroy á vitjan í Everton

1 tími síðan
Tíðindi

Uppskotið um at herða fost­ur­tøku­lóg­ina fall á tingi

1 tími síðan
Tíðindi

Gýtingarfríð­ing­in á Føroya­banka kann broyt­ast frá ári til ár

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Anna Falkenberg vil hava løg­mála­ráð­harr­an í sam­ráð um Bakka­frostmálið

2 tímar síðan
Tíðindi

Sandoy Smíð byggir raðhús á Sandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Avdúka gátuna á rúnasteininum

2 tímar síðan
Tíðindi

Fara helst at fella upp­skotið um broyt­ing­ar í fostur­tøku­lógini

2 tímar síðan
Tíðindi

Russland avmark­ar sølu av ben­sini og die­sel eftir ukra­insk álop

3 tímar síðan
Tíðindi

Starvsfólk á kjarnorkuverki í Ukraina dripið í dronuálopi

3 tímar síðan
Tíðindi

Fosturtøku­málið býtti bæði sam­gongu og and­støðu

4 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlendska bókmentavikan fer av bakkastokki í dag

4 tímar síðan