– Ein bústaður skal fyrst og fremst vera eitt heim, ikki ein søluvøra.
Tað skrivar Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna, í viðmerkingunum til ein skrivligan fyrispurning, hon hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, um kappbjóðing við húsasølu.
Hon vil hava at vita, hvørja støðu landsstýrismaðurin hevur til kappbjóðing og týdningin, hon kann hava fyri møguleikarnar hjá fyrstuferðkeyparum at koma inn á bústaðarmarknaðin.
Eisini spyr hon, um verandi reglur og mannagongdir í nóg stóran mun tryggja keyparum greiðar og tryggar karmar, og um landsstýrismaðurin er sinnaður at kanna og møguliga seta í verk reglur, sum tálma uppboðslíknandi kappbjóðing.
Í viðmerkingunum vísir Súsanna Bertholdsen á, at tað kann vera serliga torført hjá ungum og og teimum, sum keypa bústað fyri fyrstu ferð, at fáa fígging og egna uppsparing at røkka til húsakeyp.
Tá fleiri áhugaðir keyparar verða settir at bjóða upp móti hvørjum øðrum í fleiri umførum, kann tað sambært henni bæði hækka prísin og økja trýstið á einstaka keyparan.
– Keyparar skulu ferð eftir ferð taka støðu til nýggj og hægri boð og kunnu kenna seg noyddar at spenna bogan meira enn gott er, skrivar hon.
Hon heldur, at ein slík sølutilgongd fyrst og fremst gagnar seljaranum og kann gera tað uppaftur tyngri hjá teimum, sum royna at fóta sær á bústaðarmarknaðinum.
Súsanna Bertholdsen vísir eisini á, at fólk, sum hava tørv á einum heimi, kunnu verða sett í kappbjóðing við fíggjarliga sterkari keyparar, sum hava ráð at keypa sær frítíðarhús.
Sum møguligan íblástur nevnir hon donsku skipanina. Sambært fyrispurninginum eru har reglur, sum avmarka uppboðslíknandi kappbjóðing. Eitt nú má ognarmeklarin ikki upplýsa áhugaðar keyparar um upphæddina á boðum hjá øðrum.
Hon minnir samstundis á, at táverandi landsstýrismaðurin í vinnumálum á heysti 2024 boðaði Løgtinginum frá, at hann fór at eftirmeta lóggávuna á økinum og taka stig til broytingar, um hon vísti seg at vera partur av bústaðartrupulleikanum.
Í samgonguskjalinum er eisini ásett, at møguleikarnir hjá ungum at eiga og leiga bústað skulu betrast, og at ein bústaðargrunnur skal styrkja møguleikarnar hjá teimum, sum keypa bústað fyri fyrstu ferð.
Súsanna Bertholdsen heldur tí, at tað er viðkomandi eisini at hyggja at reglunum fyri sjálva húsasøluna og fylgja upp fráboðaðu eftirmetingini.