Ukraina og Russland eru vorðin samd um ikki at leypa á orkuverk hjá hvørjum øðrum.
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á Truth Social sambært tíðindastovuni AFP.
– Ukraina hevur gingið við til ikki at leypa á russisk orkumál. Russland hevur gingið við til tað sama. Hækkingin í dieselprísinum stavar fyrst og fremst frá krígnum millum Russland og Ukraina – ikki frá Iran, skrivar Trump.
Oljuprísurin er hækkaður nógv, eftir at kríggið millum USA og Iran hevur vart í seks mánaðir. Hetta hevur fingið amerikansku brennievnisprísirnar og inflasjónina í landinum at hækka nógv stutt undan miðskeiðisvalinum í november.
Útsøgnin frá Trump kemur bara ein dag eftir, at hann heitti á Ukraina um at gevast við at leypa á russisk dieselmál.
– Hann kann leypa á onnur mál, men ikki diesel, tí tað elvir til dieselmangul, segði Trump við tíðindafólk við tilvísing til ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.
Hvørki russiskir ella ukrainskir myndugleikar hava fyribils váttað, at ein slík avtala er gjørd.
Zelenskyj sigur tó, at Ukraina hevur skotið upp, at samstarvslond landsins gera eina avtalu við Russland um at steðga álopum á kritiska undirstøðukervið.
– Matur, orka og aðrar lívsneyðugar veitingar mugu verjast, og russisku álopini eru fyrst og fremst vend móti hesum, skrivar hann.
Ukrainski forsetin ivast kortini í, um Russland fer at virða eina møguliga avtalu.
– Um samstarvslond okkara eru til reiðar at tryggja, at Russland veruliga heldur uppat at leypa á elnetið, onnur orkuverk, kritiskt undirstøðukervi og veitingarleiðir okkara, eru vit sjálvandi til reiðar til samsvarandi at steðga okkara álopum, skrivar Zelenskyj.
Hann endar boðini við at siga, at kríggið má fáast at enda, og at hann bíðar eftir uppskotum frá samstarvslondunum.
/Ritzau/