Listasavnið skrivar, at tað eru ung í aldrinum 13 til 19 ár, sum seinastu tvey vikuskiftini hava arbeitt við ymiskum tilfari og givið sínum egnu hugskotum skap.
Alda fer at siga nøkur orð um verkstovuna, og luttakarar greiða frá sínum verkum.
Listasavn Føroya bjóðar okkurt drekkandi.
Statens Kunstfond “Huskunstnerordningen” hevur stuðlað verkstovuni.
Øll eru hjartaliga vælkomin.