Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og umsorganarmálum, ein skrivligan fyrispurning um ultraljóðskanning av barnakonum.
Hon vil hava at vita, um arbeitt verður við at geva barnakonum tilboð um ultraljóðskanning í 12. viku. Um so ikki er, spyr hon, um landsstýriskvinnan ætlar at seta slíkt arbeiði í gongd.
Í Føroyum fáa barnakonur í løtuni tilboð um ultraljóðskanning millum 18. og 22. viku í viðgongutíðini.
Hervør Pálsdóttir vísir á, at hetta hevur við sær, at langt er liðið, áðrenn mett verður um, nær kvinnan skal eiga. Tað skapar størri óvissu, enn um termin varð ásettur fyrr, eitt nú í 12. viku.
Hon heldur eisini, at barnakonur helst høvdu kent seg tryggari, um tær sluppu til skanning fyrr í viðgongutíðini.
Landsstýriskvinnan hevur nú tvær vikur at svara fyrispurninginum