Evropeiska fótbóltssambandið, Uefa, økir trýstið á forsetan í altjóða fótbóltssambandinum, Fifa, Gianni Infantino.
Í einum brævi krevur aðalskrivarin í Uefa, Theodore Theodoridis, svar upp á fleiri spurningar og innlit í týðandi skjøl. Tað skrivar BBC, sum hevur sæð brævið.
Uefa vil millum annað hava innlit í skjøl um ætlanina hjá Infantino frá í summar at selja partar av handilsligu rættindunum til kappingarnar hjá Fifa. Verkætlanin nevndist Fifa Forward Enterprise, stytt FFE, men varð slept eftir stóra mótstøðu.
Í brævinum skrivar Theodoridis, at enn vanta svar upp á fleiri grundleggjandi spurningar um verkætlanina.
Uefa hevur givið Fifa og Infantino freist til 2. november at svara. Tað stendur tó ikki í brævinum, hvat Uefa fer at gera, um freistin ikki verður hildin.
– Ein og hvør noktan at lata upplýsingar ella skjøl frá sær skal grundgevast serstakt við einari greiðari frágreiðing, stendur í brævinum sambært BBC.
Uefa vil eisini hava svar um friðarvirðislønina, sum Fifa læt amerikanska forsetanum, Donald Trump, í fjør, og um broytingina í leikbanninum hjá amerikanska landsliðsspælaranum Folarin Balogun undir HM-endaspælinum í summar.
Í síðstu viku fekk Infantino eina røð av atfinningarsomum spurningum á einum fundi í ovasta ráðnum hjá Fifa, Fifa Council.
Sambært forkvinnuni í enska fótbóltssambandinum, Debbie Hewitt, bað Infantino millum annað um umbering fyri FFE-verkætlanina.
Infantino er higartil einasta almenna valevnið til forsetavalið í Fifa næsta ár. Fyrr í oktober gjørdi formaðurin í danska fótbóltssambandinum, Jesper Møller, tó greitt, at eitt mótvalevni fer at koma úr Evropa.
Forsetavalið verður í mars næsta ár. Freistin at stilla upp er 18. november.
/Ritzau/