info
Ongi úrslit

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

Felagið fyri Lesi- og Skriviveik søkir um 750.000 krónur afturat. Tað fær áhaldandi áheitanir frá foreldrum, sum leita eftir hjálp til børn síni

Eirikur Lindenskov
19. oktober 2026 kl. 18:15

Felagið fyri Lesi- og Skriviveik vil hava játtanina á fíggjarlógini hækkaða úr 2,75 milliónum upp í 3,5 milliónir krónur.

Felagið vísir á, at tørvurin á hjálp er stórur, og at tað áhaldandi fær áheitanir frá foreldrum at børnum, sum ikki fáa neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum.

Tað stendur í einum skrivi til landsstýrismannin í mentamálum, Bárð á Lakjuni, sum eisini er sent fíggjarnevnd Løgtingsins.

Høvuðsbólkurin hjá Lesihúsinum er í dag børn úr triðja flokki og upp í tíggjunda flokk.

Men tað eru eisini lærlingar, lesandi og vaksin uttan skúlatilknýti, sum venda sær til felagið við lesi- og skrivitrupulleikum.

Lesihúsið er flutt í størri høli, sum sambært felagnum hóska nógv betur til virksemið. Harvið eru umstøður til at víðka hjálpina, so fleiri kunnu fáa gagn av henni.

Felagið hevur eisini gjørt avtalu við Nám, so vaksin uttan skúlatilknýti fáa atgongd til tøkniligu hjálparamboðini, sum Nám bjóðar.

Hetta skal hjálpa fólki, sum annars hava fáar møguleikar at fáa stuðul til lesi- og skriviveikleikar.

Í skrivinum verður upplýst, at níggju orðblindalærarar eru knýttir at virkseminum. Harumframt eru leiðari, telduvørður og fíggjarleiðari umframt vaski- og køksfólk.

Øll eru tímalønt sambært lønarskipanini fyri frítíðarundirvísing.

Felagið fyri Lesi- og Skriviveik varð stovnað fyri 25 árum síðani.

Nú heitir felagið á landsstýrismannin og fíggjarnevndina um at hækka játtanina við 750.000 krónum, so tað kann hjálpa fleiri.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

13 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri býir í Norður­frak­landi seta út­gongu­for­boð í gildi

57 minuttir síðan
Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

1 tími síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Pinkubarn og tvær kvinnur dripin í Kharkiv

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvørji eru vit? Sjónleikur bjóðar norðurlendsku sjálvsfatanini av

2 tímar síðan
Tíðindi

Gloria víðkar úr átta upp í fjúrtan búpláss

3 tímar síðan
Tíðindi

Fróðskaparsetrið útvegað metstóran granskingarstuðul

3 tímar síðan
Fótbóltur

HB vann báðar dystirnar við Margáir - EB/Streymur vann dystin í Gundadali

3 tímar síðan
Tíðindi

Krabba­meins­fel­ag­ið bið­ur fyri fyrstu ferð um stuð­ul á fíggjar­lógini

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri stjórnarhermenn dripnir í houthi-álopi á hernaðarlegu

3 tímar síðan
Tíðindi

Frá sjúkrahúsverki til universitetssjúkrahús

3 tímar síðan