info
Ongi úrslit
© Jack Taylor/Reuters
Mótmæli í París um vikuskiftið. Savnsmynd.

Fleiri býir í Norður­frak­landi seta út­gongu­for­boð í gildi

Eftir mótmælini um vikuskiftið verður útgonguforboð sett í gildi í Lille, Douai, Wattignies og Denain mánakvøldið og týskvøldið.

Eirikur Lindenskov
19. oktober 2026 kl. 18:00

Fleiri býir í Norðurfraklandi seta í dag útgonguforboð í gildi eftir mótmælini um vikuskiftið. Tað skriva tíðindastovurnar Reuters og AFP.

Sambært skrivstovuni hjá franska forsætisráðharranum, Sébastien Lecornu, verður forboðið galdandi mánakvøldið og týskvøldið frá klokkan 20 til klokkan seks morgunin eftir, skrivar AFP.

Reuters upplýsir, at talan er um býirnar Lille, Douai, Wattignies og Denain.

Fyrr mánadagin segði Lecornu sambært BBC, at útgonguforboð kundu koma upp á tal eftir mótmælini um vikuskiftið. Hann legði dent á, at forboðini skuldu vera avmarkað og galda í ávísum økjum.

Endamálið er at verja bæði fyritøkur og fólk, segði forsætisráðharrin.

Fleiri hundrað túsund fólk vóru á gøtunum um vikuskiftið, og fráboðanir vóru um bæði herverk og rán úr handlum.

Bara í París vóru millum 300 og 400 handlar fyri herverki, upplýsir handilskamarið í París. Sambært franska handilskamarinum vórðu 2.000 handlar kring landið ávirkaðir av ófriðinum, skrivar Reuters.

Í Marseille, sum er ein av býunum, ið vórðu harðast raktir, er longu sett forboð fyri almennum samkomum millum klokkan 12 og 20.

Franski innanríkisráðharrin, Laurent Nunez, viðgekk mánadagin, at løgreglan misti tamarhaldið í fleiri fronskum býum undir mótmælunum um vikuskiftið.

Sambært ráðharranum vórðu fleiri enn 2.000 fólk handtikin kring Frakland, og 600 løgreglufólk fingu skaða.

Mótmælini byrjaðu sum ein mótmælisrørsla móti umstøðunum í fronsku skúlunum. Síðani hava tey ment seg til breiðari mótmæli móti millum annað høgu livikostnaðunum.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

13 minuttir síðan
Tíðindi

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

43 minuttir síðan
Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

1 tími síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Pinkubarn og tvær kvinnur dripin í Kharkiv

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvørji eru vit? Sjónleikur bjóðar norðurlendsku sjálvsfatanini av

2 tímar síðan
Tíðindi

Gloria víðkar úr átta upp í fjúrtan búpláss

3 tímar síðan
Tíðindi

Fróðskaparsetrið útvegað metstóran granskingarstuðul

3 tímar síðan
Fótbóltur

HB vann báðar dystirnar við Margáir - EB/Streymur vann dystin í Gundadali

3 tímar síðan
Tíðindi

Krabba­meins­fel­ag­ið bið­ur fyri fyrstu ferð um stuð­ul á fíggjar­lógini

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri stjórnarhermenn dripnir í houthi-álopi á hernaðarlegu

3 tímar síðan
Tíðindi

Frá sjúkrahúsverki til universitetssjúkrahús

3 tímar síðan