info
Ongi úrslit

Um vikuskiftið verður Ebenezerkórið í Skotlandi

Kórið fer at syngja bæði í Edinburgh hósdagin og í Aberdeen leygardagin og sunnudagin

Jóannes Hansen
23. apríl 2025 kl. 21:40

Í morgin, hósdagin 24. apríl, fer sangkórið í Ebenezer í Havn uttanlands. Leiðin liggur til Skotlands, har kórið verður inntil mánadagin. Kórið fer at syngja bæði í Edinburgh og Aberdeen.

Hósdagin 24. apríl vera tvær konsertir í Edinburgh.

Tann fyrra er ein stutt uttandura konsert á The Mound klokkan 16:30. The Mound er plássið millum eystur og vestur Pinces Street Gardens.

Seinna konsertin í morgin verður í Canongate Kirk klokkan 18:30.

Canongate Kirk er ein kirkja, sum av fyrstan tíð varð liðugt bygd 1691, og sum hevur ein sermerktan akustikk. Kirkjan liggur í Royal Mile økinum og nærhendis The Mound.

Fríggjadagin verður farið til Aberdeen, har kórið eisini hevur tvær konsertir.

Tann fyrra verður leygardagin klokkan 19:00, tá kórið syngur í Hebron Evangelical Church.

Hetta er ein samkoma, har fleiri føroyingar eru komnir í seinnu árini.

Og sunnudagin klokkan 16:00 syngur kórið í Fernielea Gospel Hall. Hetta er eisini ein samkoma, har føroyingar koma.

Myndin er ikki tøk

Ebenezerkórið

Síðani byrjanina í 1937 hevur Ebenezerkórið regluliga luttikið á møtum og til onnur høvi í Ebenezer og kring landið.

Kórið hevur verið uttanlands og sungið fleiri ferðir. Fyrsta uttanlandsferðin var í 1948 og var júst til Aberdeen. Tað hevur ivaleyst verið so sum so við hentleikum hjá teimum umleið 20 sangarunum, tí ferðast varð við trolaranum Føroyingi.

Í 1970 og 1972 var kórið aftur í Aberdeen, so hendan ferðin er tann fjórða, har vitjað verður í Aberdeen.

Men kórið hevur verið fleiri aðrar uttanlandsferðir – eitt nú í Íslandi, Norra, Skotlandi, Rumenia, Týsklandi, Ungarn, Ísrael og Danmark. Í 2007 var kórið í Onglandi og sang eitt nú í Royal Albert Hall í London

Vanliga sangskráin hjá kórinum er sálmar og sangir á føroyskum – eldri og nýggjari. Tað verður sangskráin eisini á hesi ferðini í Skotlandi – tó verður fyri tað mesta sungið á enskum.

Leiðorðið hjá kórinum á ferðini er úr Sálmi 135:3: Lovið Harranum, tí Harrin er góður!

Lovsyngið navni Hansara, tí tað er lívsælt!

Umleið 50 sangarar eru í Ebenezerkórinum. Kórleiðarar eru Jens Chr Guttesen og Marjun Wolles.

Klaver: Jóannes á Váli, Henry Olsen, Finnur Marstein og Mattias Ljósheim.

Ferðalagið telur tilsamans 66 fólk.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Føroyingar fluttu seg 81.018.307 rørslumetrar

24 minuttir síðan
Tíðindi

Felags kunningarfundur fyri nýggjar tilflytarar

59 minuttir síðan
Tíðindi

Norðurlond fegnast um Grønlandsavtaluna

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri eykajáttanir á skránni í Vestmanna í dag

1 tími síðan
Tíðindi

Løgreglan tók 11 sett av numm­ar­plát­um í nátt

2 tímar síðan
Tíðindi

Donsk bløð rósa Grøn­lands­av­tal­uni – men sig­ur­in hevur sín prís

3 tímar síðan
Fótbóltur

Rasmus Nolsøe er nýggjur hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Jørgen avloysir Páll

4 tímar síðan
Tíðindi

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

9 tímar síðan
Tíðindi

HB váttar: Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari

10 tímar síðan
Tíðindi

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

10 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Andrias ætlar at enda ovarlaga í Nations League bólkinum

11 tímar síðan