Danska og grønlendska stjórnin hava góða orsøk at fegnast um trygdar- og verjuavtaluna, sum týsdagin varð undirskrivað í New York.
Tað halda fleiri donsk bløð í oddagreinum í dag.
Berlingske lýsir avtaluna sum ein sigur fyri klókt og áhaldandi diplomati. Blaðið vísir á, at smá lond hava varðveitt friðin, hóast tey hava verið fyri provokatiónum og niðurgerandi viðmerkingum frá einum stórveldi.
– Um avtalan vísir seg at vera pappírið verd, sum hon er skrivað á, varð uttanríkispolitisk søga skrivað í New York í gjár, skrivar Berlingske.
Politiken kallar avtaluna eitt diplomatiskt meistaraverk.
– Í løtuni er einki ringt at siga um avtaluna, sum Mette Frederiksen, Jens-Frederik Nielsen og Donald Trump undirskrivaðu týsdagin, skrivar blaðið.
Sambært Politiken tryggjar avtalan komandi ættarliðum av grønlendingum, at land teirra verður varðveitt óskert. Vónandi sleppa grønlendingar nú undan at kenna seg sum eina handilsvøru ella eina kastibløku í stórpolitiska spælinum, heldur blaðið.
Eisini Kristeligt Dagblad lýsir avtaluna sum søguliga og metir, at danska stjórnin kann vera væl nøgd.
Trump er framvegis ein óvissa
Saman við rósinum fylgja tó eisini fyrivarni.
Berlingske ávarar um, at øll framvegis mugu »sova í stilvum«, so leingi amerikanski forsetin eitur Donald Trump.
Politiken heldur somuleiðis, at stórur váði er knýttur at Grønlandsavtaluni. Enn er ógreitt, hvussu einstøku ásetingarnar skulu tulkast.
Ein dýrt keyptur sigur
Ekstra Bladet er meira atfinningarsamt. Blaðið heldur tað vera trupult, at USA við avtaluni kann brúka Grønland til endamál, sum ikki hava nakað við Nato at gera. Her vísir blaðið millum annað á amerikanska rakettverjuskjøldurin »Golden Dome«.
– Vit gjalda ein høgan, men óumgangiligan prís. Fyri tann prísin hava vit keypt okkum tíð í viðurskiftunum við eitt ágangandi USA. Vit kunnu væl kalla tað ein sigur, bara vit minnast, hvussu dýrt hann er keyptur, skrivar Ekstra Bladet.
Information lýsir í eini viðmerking avtaluna sum ein sigur fyri danska ríkið, men eisini sum eina undirgeving fyri eini kúgandi yvirmakt.
Blaðið heldur, at amerikanska atgongdin til Grønland og Danmark í veruleikanum ikki er nógv broytt. Tað broytir tó ikki, hvør hevur fingið hernaðarliga valdið staðfest og møguliga víðkað, skrivar Information.
– Tað er ikki ein vinarligur gestur, sum vil okkum tað besta. Tað er ein óútrokniligur áleypari, sum hevur samráðst við hóttanum um hertøku og skammleysari tyraniskari vanvirðing fyri grønlendingum, skrivar blaðið.
/ritzau/