info
Ongi úrslit

Rasmus Nolsøe er nýggjur hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum

U21-landsliðið er farið undir fyrireikingarnar til teir tríggjar seinastu dystirnar í verandi EM-undankapping

Heri Á. Simonsen
23. september 2026 kl. 06:15

FSF skrivar:

  • FSF hevur sett Rasmus Nolsøe sum hjálparvenjara hjá U21-landsliðnum, sum seinnapartin mánadagin fór undir fyrireikingarnar til teir tríggjar seinastu dystirnar í verandi EM-undankapping

——————

– Hetta er ein spennandi uppgáva, og eg gleði meg til at koma í gongd. Nú standa tríggir dystir fyri framman, so man verður tveittur út í tað beinanvegin. Men tað er eisini frálíkt, og vónandi koma nøkur stig afturat á kontoina. Tað er heilt víst málið, sigur Rasmus Nolsøe við heimasíðuna hjá FSF.

Rasmus tekur við eftir Poul N. Poulsen, sum fyrr í summar varð settur sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá Skála.

Næsta uppgávan hjá føroyska U21-landsliðnum verður komandi fríggjadag, tá teir spæla á útivølli móti Estlandi. Dysturin verður á Rannastadion í Pärnu og byrjar klokkan 17:00 føroyska tíð.

Ólavur Mikkelsen er høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum, og fyri viku síðani kunngjørdi hann teir 20 spælararnar, sum eru úttiknir til seinastu tríggjar dystirnar í undankappingini.

Hópurin:
Hans Jákup Arngrímsson, Skála
Sámal á Steig, 07 Vestur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Sjúrður Henriksen, AB Argir
Bjarti Thorleifsson, Skála
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jákup Norðoy Vilhelmsen, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Jógvan K. Gullfoss, B36 Tórshavn
Dávid Biskopstø Andreasen, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Vendsyssel FF (Danmark)
Arnór Brandsson, Víkingur
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Marjus Nón, B68 Toftir
Jón Steingrímsson, AB Argir
Aron Benjaminsen, Hearts FC (Skotland)
Dávid Reynheim, KÍ Klaksvík

25. sept.
17:00 Estland U21 – Føroyar U21

30. sept.
17:00 Føroyar U21 – Luksemborg U21 við Djúpumýru

6. okt.
18:00 Føroyar U21 – Ísland U21 á Tórsvølli

Stigatalva og leikrá: EM 2025-2027

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Donsk bløð rósa Grøn­lands­av­tal­uni – men sig­ur­in hevur sín prís

4 minuttir síðan
Fótbóltur

Jørgen avloysir Páll

1 tími síðan
Tíðindi

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

6 tímar síðan
Tíðindi

HB váttar: Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari

7 tímar síðan
Tíðindi

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Andrias ætlar at enda ovarlaga í Nations League bólkinum

8 tímar síðan
Tíðindi

Mikkjal Thomas­sen er nýggj­ur HB-venjari

8 tímar síðan
Tíðindi

Listapýði í Posthúskjallaranum

8 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna hvussu skatturin rakar tey við lágum inntøkum

9 tímar síðan
Tíðindi

Hetta merk­ir nýggja Grøn­lands­av­talan

9 tímar síðan
Hondbóltur

Teis sendi Paula og Jákup úr steypakappingini - GOG tapti í Sønderborg

9 tímar síðan
Lesarabrøv

Føroyar mugu ikki elta Europa

9 tímar síðan