FSF skrivar:
- Manslandsliðið er farið undir fyrireikingarnar til fyrstu dystirnar í UEFA Nations League. Aftaná venjingina mánadagin fekk FSF Varpið orðið á Andrias Edmundsson, sum ætlar sær at spæla við um tey stuttligu plássini í bólkinum
——————
Føroyska A-landsliðið við monnum hevði seinnapartin mánadagin sína fyrstu samling undan teimum fýra UEFA Nations League-dystunum, sum standa fyri framman. Frá 26. septembur til 6. oktobur skal landsliðið nevniliga spæla tveir heima og tveir útidystir. Síðstu dystirnir í bólkinum verða spældir í novembur mánað.
Millum spælararnar var Andrias Edmundsson, ið dagliga spælir við Hellas Verona FC í Italia. Miðverjin er fegin um aftur at vera partur av landsliðshópinum og sær fram til nýggju kappingina.
– Vit fara sjálvandi eftir at fáa so nógv stig sum gjørligt, og vónin er at vera við í kappingini um tey stuttligu plássini, sigur Andrias.
Hávaksni verjuspælarin hevur góðar vónir til føroyska liðið og trýr upp á, at Føroyar kunnu gera vart við seg í komandi dystum.
Í nýggju UEFA Nations League-kappigini eru Føroyar í bólki C3, saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova. Skrivar FSF.
Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.