Eingin av teimum 20 flogskiparunum, sum vórðu uppsagdir hjá Atlantsflogi í mei mánaða, hava fingið starvið aftur enn.
Tað váttar Rúni Højgaard, formaður í Flogskiparafelag Føroya.
– Vit ganga heima og bíða til Atlantsflog ringir. Men tey hava sagt, at tey vænta ikki, at nakað verður til okkara í ár - men kanska til apríl ella mei næsta ár.
At vera arbeiðsleysur flogskipari er ikki bara sum at siga tað, tí fyri at virka sum flogskipari skalt tú hava fleiri royndir og váttanir, ið skulu endurnýggjast so hvørt. Aloftast er tað arbeiðsgevarin, ið rindar fyri endurnýggjan av tílíkum váttanum, men ert tú arbeiðsleysur, má tað kortini gerast fyri egna rokning.
– Talan er um eini seks til átta skeið um árið, og vit skulu tvær ferðir í simulator. Haraftrat skalt tú gera tríggjar lendingar og tríggjar fráferðir innan 90 dagar, og geri eg ikki tað, má eg á flog við einum instruktøri, sigur Rúni Højgaard.
– So tá 90 dagar eru farnir, eri eg longu foroldaður, so at siga, sigur Rúni Højgaard og ger greitt, at talan er um útreiðslur upp móti 20.000 krónum fyri at fáa øll neyðug skjøl dagførd. Rúni Højgaard leggur tó aftrat, at Atlantsflog hevur játtað at gjalda kostnaðin, skuldu flogskipararnir fingið bjóðað starv hjá flogfelagnum aftur.
Útlitini hjá uppsøgdu flogskiparunum at finna sær arbeiði uttanlands eru heldur ikki góð.
– Tað er einki arbeiði at fáa. Øll flogfeløg í heiminum eru so at siga í somu støðu sum vit, og tú skalt nokk øgiliga langt burtur, skalt tú finna nýtt starv, sigur Rúni Højgaard.
Tað er kortini ikki so, at limirnir í Flogskiparafelagnum sita og stúra um framtíðina, tí tað krevst ein serlig typa fyri at vera flogskipari, sigur Rúni Højgaard.
– Um tú hugsar um tær typurnar, sum velja flogskiparastarv - fyri tað fyrsta kostar tað út móti einari millión at fáa flogskiparasertifikat, útlitini at fáa arbeiði eru ikki góð. Tey, sum taka hesa útbúgvingina og fylgja sínum lívsdreymum, eru ikki fólk, sum eru ráðaleys. Tey eru von at arbeiða hart fyri at fáa tað. Tað slíkt, sum hetta hendir, so sita tey ikki ráðaleys og bíða, sigur Rúni Højgaard.
Mest lisið hesa vikuna
Leitaði eftir einum analfabeti hjá Búskaparráðnum
17. september kl. 20:47
Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm
17. september kl. 23:31
14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík
18. september kl. 19:15
Hesi eiga Varðan – og hesi sita nú við borðendan
18. september kl. 12:21
Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út
Í gjár kl. 18:15
Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur
19. september kl. 22:26
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara
4 tímar síðan
Tíðindi
HB váttar: Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari
5 tímar síðan
Tíðindi
Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón
5 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Andrias ætlar at enda ovarlaga í Nations League bólkinum
6 tímar síðan
Tíðindi
Mikkjal Thomassen er nýggjur HB-venjari
7 tímar síðan
Tíðindi
Listapýði í Posthúskjallaranum
7 tímar síðan
Tíðindi
Vil kanna hvussu skatturin rakar tey við lágum inntøkum
7 tímar síðan
Tíðindi
Hetta merkir nýggja Grønlandsavtalan
7 tímar síðan
Hondbóltur
Teis sendi Paula og Jákup úr steypakappingini - GOG tapti í Sønderborg
8 tímar síðan
Lesarabrøv
Føroyar mugu ikki elta Europa
8 tímar síðan
Tíðindi
Maria vann tvær filmsvirðislønir sama dag
8 tímar síðan
Tíðindi
Løgmaður: Vit vilja staðfesta sjálvsavgerðarrætt okkara
8 tímar síðan