info
Ongi úrslit

Úrvalsítrótturin fær 1,7 milliónir krónur í 2022

Nevndin í Úrvali hevur játtað 16 umsóknum umboðandi 9 ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2022

Tróndur Arge
10. januar 2022 kl. 16:28

Nevndin í Úrvali hevur játtað 16 umsóknum umboðandi 9 ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2022 Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 16 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og bólkar. Samanlagt er talan um stuðul til 11 úrvalsíðkarar og fimm lið, skrivar ÍSF í tíðindaskrivi.

Íðkarar og lið umboðandi 9 sambond fáa stuðul úr Úrvali í 2022. Hetta er hægsta tal av sambondum, sum hava fingið stuðul úr nakrantíð. Í hesum sambandi kann nevnast, at íðkarar frá Bogaskjótisambandinum og Judo Føroyar hava fingið stuðul úr Úrvali fyri fyrstu ferð. Harumframt hava íðkarar og lið frá fimleiki, flogbólti, frælsum ítrótti, hondbólti, parasport, svimjing og taekwondo fingið stuðul úr Úrvali í 2022.

Orsakað av korona verður eingin almenn handan í ár við Jenisi av Rana, landsstýrismanni í ítróttamálum, men landsstýrismaðurin veitir kortini ítróttinum eina stutta heilsan, skrivar ÍSF.

- Vit kunnu vera stolt av teimum flottu úrslitunum, føroysk ítróttarfólk røkka. Samstundis vita vit at fyri at røkka stórum úrslitum krevst ikki bara evni og miðvís venjing. Góðir karmar eru eisini neyðugir, sum stuðulin úr Úrvali skal vera við til at skapa. Tað gleðir meg tí, at alsamt fleiri feløg og einstaklingar søkja um stuðul og vilja leggja ta tíð og orku, sum krevst fyri at gera seg galdandi innan úrvalsítrótt, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

 Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.

- Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, hóast farnu tvey árini hava verið trupul, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur Ragnar Joensen, nevndarformaður í Úrvali.

27 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2022, og søkt var um tilsamans 4,3 milliónir krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla­borðhald

25 minuttir síðan
Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

39 minuttir síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

1 tími síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

2 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

3 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

3 tímar síðan
Tíðindi

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

4 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri býir í Norður­frak­landi seta út­gongu­for­boð í gildi

4 tímar síðan
Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

5 tímar síðan
Tíðindi

Pinkubarn og tvær kvinnur dripin í Kharkiv

5 tímar síðan