- Tað byrjaði við, at eg føldi, at vit manglaðu ítøkilig prógv fyri, at bjølgmeti er vælsmakkandi og kann brúkast í nógvum ymiskum rættum. Eg setti køkin á stovn fyri at prógva, at tað er ordiliga Kul at eta bjølgmeti. Soleiðis sigur Joan Sørensen, sum eigur fyritøkuna Tann Grøna Matveitingin.
Joan Sørensen er útbúgvin yrkisbachelor í føðslu og heilsu, við sergrein í leiðslu og vørumenning.
- Tað var allatíð meiningin at koma heim til Føroyar og skapa okkurt, og eg hugsaði hvat skuldi eg fara í gongd við? Skuldi eg arbeiða við heilsu, vørumenning ella onkrum burðardyggum? Hjá mær hevur tað altíð verður tað burðardygga sum hevur verið drívmegin.
Bjølgmeti er á handilshillunum í vanligu matvøruhandlunum, men fleiri eru ikki von at brúka tað í matgerðini, vita ikki hvat tað kann blíva til, og eru heldur ikki von við smakkin.
- Ein partur av hesum snýr seg um at koma við nýggjum smakkum, og gera vælkendar smakkir úr bønum, í staðin fyri at brúka kjøt.
Joan Sørensen væntar at tað fer at gerast vanligari at eta mat úr bjølgmeti og øðrum plantum.
- Hetta er longu ein vanligur partur av gerandisdegnum hjá nógvum, og eg hugsi at tað verður meira av hesum. Um vit vilja tað ella ikki, er hetta vegurin fram, skulu vit lækka okkara Co2 nýtslu, og brúka lendi skilagott.
Grøna Matveitingin ger ein døgurðarætt hvønn gerandisdag, og klokkan 11:30 er klárt at selja. 50-100 máltíðir vera seldar hvønn dag, og kundarnir ganga høgt uppí at hava burðardyggar matvanar.
- Sjálvandi eru summi ivasom, men tey hoyra vit ikki inni her, trúføstu kundarnir sum koma á gátt eru fjepparar. Úti á Facebook, kunnu viðmerkingar koma, um at bjølgmeti er ólekkurt, tað rørir meg ikki longur, heldur er tað ein drívmegi, tí tá hugsi eg at eg má finna útav hvussu eg fái tey at dáma tað.
Vanliga fer Joan Sørensen upp klokkan 5, at gera skrivstovuarbeiði. Síðani fer hon oman hølini hjá Grønu Matveitingini í Vágsbotni at seta linsur, og bønir á blot, og kóka og hagreiða grønmeti. Grundarlagið undir øllum rættunum hjá Grønu matveitingini er bjølgmeti og røtur. Bjølgmeti fevnir eitt nú um ertrar, bønir og linsur.
- Heima kanst tú brúka bjølgmeti í dós, men vit royna at gera tað so leskiligt sum gjørligt, tí verður tað kóka dagin fyri, ella sama dag.
Joan Sørensen tekur altíð av, tá rávørur standa henni í boði. Tá tey fáa stórar mongdir av rávørum, ræður um hugsa kreativt.
- Vit sita ikki og planleggja innovatiónina, men tá tað hendur taka vit av møguleikanum, og eggja bóndunum til at dyrka meira, soleiðis at vit kunnu keypa næsta ár. Eg eri byrjað at kenna fólk, og vit hjálpa hvørjum øðrum. Tey vita at eg sigi altíð ja, um tey ikki klára at selja meira.
Røturnar koma úr stóru Dímun.
- Vit hagreiddu 3 tons av rótum í fjør, tí hava vit eitt stórt lagur, sum ger at rót, saman við bjølgmeti, er høvuðspartur í øllum rættunum.
Í ár koma væntandi 10 tons av rótum úr stóru Dímun.
Í summar fekk Grøna matveitingin 400 kilo av rabarbum frá einum bónda í Húsavík.
- Tá rabarburnar komu, hugsaði eg, hvat eg skuldi brúka alt til. Eg fekk tað hugskotið at keypa eina slushice maskinu, og seldi 120 litrar av rabarbuslushice á ólavsøku.
Bóndin í Húsavík er farin at deila rabarburnar hjá sær, tí kann Grøna matveitingin vænta at fáa tvífalt so nógvar rabarbur næsta ár.
Í síðstu viku komu boð úr Hvalba, har var eitt skeivt slag av grønkálsplantum plantaðar.
- Eg sigi sjálvandi ja, og nú havi eg fingið 200 kilo av grønkáli.
Urtirnar koma frá fyritøkuni Spírar & Sporar sum hevur eitt vakstrarhús í Sandavági.
Tann grøna matveitingin læt upp fyri bíleggingum 1. oktober í fjør. Onkuntíð er nógv at gera, og aðrar tíðir hevur verið stilt.
- Í summar hava føstu kundarnir og stovnarnir verið í feriu, men nú er tað komið upp at koyra aftur, hetta er hart arbeiði, men tað gevur meining.
Hetta ári hevur Grøna matveitingin megnað at betala køkin út, og nærum tvey fólk eru í fulltíðarstarvið.
